
Evropeiskur heilsurøktaradagur
2019-11-26 09:44
26. novembur er evropeiskur heilsurøktaradagur.
EPN er
felagsskapur fyri yrkisfeløg hjá heilsurøktarum í Evropa. Á hvørjum ári verður
26. novembur markeraður upp á ymiskar mátar í limalondunum.
Í føroyum eru
nærum 400 heilsurøktarar í starvi á heimum, stovnum og deildum kring landið.
Limatalið hjá Heilsurøktarafelagnum er rættiliga støðugt hóast vit í føroyum
hava útbúgvið beint undir 20 heilsurøktarar um árið, seinastu 11 árini. Nøkur
velja at útbúgva seg víðari til fysioterapeut, sjúkrarøktarfrøðing og líknandi
eftir at hava nomið prógv sum heilsurøktari. Fleiri trívast væl í
heilsurøktarastørvum, summi finna sær nissjur og onnur fáa sær serkunnleika á
ymiskum økjum. Miðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, men í mun til, tá útbúgvingin
byrjaði her heima, síggja vit í dag, at tað legst afturat við ungum fólkum, ið
velja heilsurøktarayrkið.
Undir heitinum
heilsurøktari ganga eisini sjúkrahjálparar, pleygarar, røktarheimssassistentar
og ítrivsvegleiðarar.
Heilsurøktarar veita
vissu fyri grundleggjandi sjúkrarøkt og gerandisrehabilitering til sjúklingar
og búfólk. Tey eru næst brúkaranum í dagligum samskifti og samstarvi, har tey í
felag finna loysnir. Tey arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi í
tvørfakligum samstarvi við sínar kollegar.
Yrkið er grundað
á praktiska útbúgving við tilhoyrandi ástøði í somatikk, psykiatri og
gerontologi, ið gevur eitt serligt innlit í ymsu geirarnar í heilsu- og
almannaverki, sum í síðsta enda kemur brúkaranum tilgóðar. Nógv kann sigast um
heilsurøktarar – at tey leggja dent á vælveruna hjá øðrum, hava hjartað á rætta
stað ella eru krummtappurin í heilsuverkinum. Undir øllum umstøðum so er
heilsurøktarayrkið stuttligt og gevandi; tað snýr seg um at veita stuðul, røkt
og endurmenning til teirra, ið ikki einsamøll megna sítt lív vegna elli, sjúku
ella brek. Ikki tveir dagar eru eins í røktini og nýggjar lívsroyndir leggjast
afturat í øllum samskifti við onnur menniskju, og starvsøkið breiðir seg út
yvir fleiri øki í heilsu- og almannaverki við brúkarum í øllum aldri.
Til lukku við yrkisdegnum, allir heilsurøktarar!