Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Evolutionisma og kreationisma

Sjálvt um eg havi verið bústaddur í Danmark í 22 ár, royni eg at fylgja við tí sum hendir heima. Sum føroyingur missi eg ongantíð rættin til at hava eina meining um føðiland mítt, men havi ongantíð áður nýtt hendan rættin til at skriva eitt lesarabræv.

Tað er kjakið um evolution mótvegis kreationismu, sum fær meg til knappaborðið. 21% av spurdum føroyingum halda, at menniskja lívfrøðisligani sæð er eitt dýr, sum hevur ment seg gjøgnum milliardir av árum til tað vit eru í dag, og at vi t.d. hava felags forfedrar sum Chimpansur.

51% halda, at skapanarsøgan í 1. Mósubók er rætta frágreiðingin um hvar menniskjan, Homo Sapiens, stavar frá. Restin veit ikki.

Ávíst kjak hevur verið um hetta, og báðir partar halda, at tey hava rætt og hin skeivt. Onkur vísur til vísind og greiður frá hvat vísind er fyri nakað, og annar vísur til bíbliuna, sum sera greitt greiðir frá hvussu Gud skapti allan heimin uppá 6 dagar, og sostatt eisini homo sapiens.

At føroyingar eru meira kristin enn fólk í flestu londum er eftir mínum tykki nakað at vera errin av. Føroyar hevur eitt sterkt trúarlív við nógvum ymiskum samkomum, kirkjum o.s.fr, og sera nógv fólk hava trúnna sum nakað heilt fundamentalt í lívinum, og liva í ávísan mun eftir Guds orði. Tað er gott og umráðandi og eitt nokkso serføroyskt fyribrigdi nú á døgum, í hvussu so er í Norðanlondum.

Sjálvur eri eg doyptur og fermdur, men eg eri ikki trúgvandi kristin, kanska kulturkristin, tí tað eri eg uppvaksin við í samfelagnum rundanum meg. Soleiðis er tað, og tað er ok.

Føroyingar eru sum heild rættiliga vælútbúgvin fólk. Nógv ganga bæði í student og fara undir hægri lesnað, onnur læra seg eitt handverk og so framvegis. Nógv krøv eru til tilveruna í einum modernaðum landi og tað intellektuella støði í Føroyum kann snilt máta seg við øll onnur lond.

Tí varð eg so bilsin, tá eg sá hasa sendingina, og at einans 21% av føroyingum, sum øll hava gingið í skúla, vilja vera við, at menningarlæran, sum byrjað av Darwin og síðani ment í 150 ár, er rætta frágreiðingin uppá, at Homo Sapiens er sum tað er. Tað er heilt ótrúligt, og pínligt um so er.

Skapanarsøgan í 1. Mósubók er ein fín søga, men tað er ikki “faktum” på sama máta sum ein vísindalig teori. Líka sum, at Nóa ikki fór til Australiu og heintaði 2 av øllum kengurum, slangum, eiturkoppum og 25.000 ymiskum billusløgum og fraktaði alt til miðeystur. Tað er ein frágreiðing um nakað relevant, men tað er ikki søguligt fakta, og er ikki meint sum tað. (tað ger tað ikki meira faktuelt rætt, um djórini sjálv funnu uppá at fara til miðeystur). 1. Mósubók er sonn, men ikki uppá tann mátan, at tað sum stendur, veruliga hendi soleiðis, reint faktuelt og konkret. Sjálvandi ikki.

Øll tit, ið eru trúgvandi, tit áttu at sæð munin millum faktum og trúgv og siga, at sjálvt um tit identifisera tykkum sum kristin sum tað fyrsta, at so er menningarlæran sjálvandi ein rættari frágreiðing enn 1. Mósubók. Er menningarlæran perfekt? Neyvan, og sjálvt um hon hevur staðið fleiri álop enn flestar aðrar teoriir, er hon ongantíð mótprógvað enn. Kanska ein dag, finna vit okkurt sum ger, at menningarlæran skal broytast eitt sindur, og allir granskarir og evolutionistar høvdu rópt hurra! Tí nú vita vit enn meira enn í gjár, og tað er tað, sum vísind snýr seg um.

Pávin hevur sagt, at katólska kirkjan heldur, at menningarlæran er rætta frágreiðingin um lívsins uppruna, og um pávin kann, so kunnu tit eisini. Komið nú, tað er ok, tit eru líka góð kristin allíkavæl..

Brandur Ellingsgaard