EVANGELISERINGSFERÐ Í ORKNOYGGJUM - vitjaðu á nógvum støðum!

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - gjaranes@gmail.com - Tíðindaskriv 05.06.2018

MYNDIR: Allar myndirnar eru tiknar í samband við, tá Juvél II fór avstað

Tú kanst hoyra tíðindainnslagið her:

https://r7.fo/news/10506/kristilig-tidindi-68-kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus

___________________________________________________________________________________________

EVANGELISERINGSFERÐ Í ORKNOYGGJUM

- vitjaðu á nógvum støðum!

Frá døgunum 2. til 15. mai var felagsskapurin, Atlantic Mission, á ferð í grannalan di okkara Orknoyggjum við trúboðanarbátinum, Juvel II.

Við vóru 14 vaksin og ein 1 ára gamal drongur. Endamálið við ferðini var at bera hesum oyggjafólki gleðiboðskapin um Jesus.

Vitjað var við bátinum í trimum støðum: Í høvuðsstaðnum Kirkwall og í Stromness, sum báðir liggja á høvuðsoynni Mainland. Í Kirkwall búgva á leið 7000 fólk og í Stromness 2000. Báturin var eisini í oynni, Hoy, sum liggur sunnan fyri meginoynna. Eisini varð farið til onnur støð við bili og ferju.

Á ferðini vóru tiltøk av ymiskum slag – bæði fyri børn, ung og vaksin. Møti vóru bæði í landi og umborð á Juvel II.

Í sambandi við ferðina varð eitt sangblað við enskum sangum prentað. Eisini vóru tveir sangir á føroyskum í blaðnum. Á hvørjum møti sang manningin ein sang á føroyskum. Annars var alt á enskum máli.

Frá manningini hoyra vit, at tey fingu nógv gott samband við fólkið, og at tey vóru væl móttikin allastaðni, har tey komu.