EVANGELISERINGSFERÐ - avlýsing!

2020-05-04 10:11

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Tíðindaskriv: Atlantic Mission 20.04.2020

MYND: Juvél II í Hesti á Føroyferðini 2014

Tú kanst hoyra innslagið á R7.fo undir Kristilig Tíðindasending. Trýst her: https://r7.fo/news/24276/kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus-95-29-april-2020

__________________________________________________________________________________________________

EVANGELISERINGSFERÐ - avlýsing!

Kristni felagsskapurin Atlantic Mission hevði ætlanir um at gera eina ferð við trúboðanarbátinum, Juvel II, í Føroyum frá 21. apríl til 3. mai í ár.

Ætlanin var at vitja 8 ymisk støð í Føroyum: Nólsoy, Kaldbak, Hósvík, Kollafjørð, Miðvág, Vestmanna, Haldórsvík og Eiði.

Á hesi ferð var ætlanin at hava ymisk tiltøk, sum t.d.

· almennar móttøkur á bryggjuni

· evangelisk møti í almennum hølum

· útimøti

· barnamøti

· og vitjan av skúlaflokkum umborð á Juvel II

Men sum so mangt annað í hesum tíðum við koronasjúkuni er henda ferðin tíverri avlýst.

Vónandi verður høvi til at gera ferðina einaferð seinni, men tað kann einki sigast um enn.

ATLANTIC MISSION Í ØÐRUM LONDUM:Annars kann nevnast, at Atlantic Mission hevur gjørt ferðir til oyggjar og lond kring okkum hvørt vár síðan 2011 – tær flestu ferðirnar við Juvel II, áðrenn báturin sum vanligt fer til Grønlands, har hann hvørt summar plagar at verða frá mai/juni til september/oktober.

Hesi árini hevur Atlantic Mission gjørt ferðir til Hetlands, Orknoyggjar, Hebridurnar, Noregs, Íslands, Skotlands og oynna Mull vestan fyri Skotland.

Í FØROYUM:Í 2014 var tó eingin ferð gjørd uttanlands, tí tá var ferðast í sunnaru helvt av Føroyum: í Hesti, Nólsoy, Sandoynni og Suðuroynni. Í ár var so ætlanin at vitja í norðaru helvt, men tað verður so tíverri av ongum.

Atlantic Mission harmast um, at ferðin í ár mátti verða avlýst, men vónar sum sagt, at hon kann verða gjørd einaferð seinni.