Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

ES-boykottið, pedagogiskt sæð

2013-08-11 22:38

ES minnir meg ótrúliga nógv um leiðaran í einum happingarbólki. ES er tann ”gentan” sum bestemmar og sum setur dagsskránna. ES er happingardrotningin, sum sigur: ”Í dag dámi eg ikki Føroyar”.

Nú eri eg sjálv genta (og námsfrøðingur) og kenni eitt sindur til happingarmynstrið í t.d. fólkaskúlanum. Tað er soleiðis, at allar genturnar í flokkinum royna at vera væl við leiðaragentuna, sjálvt um sambandi við hana ofta kann vera destruktivt. Leiðaragentan er typiskt framlig, væl fyri sosialt og karismatisk, og so hon hevur ein bólk av gentum rundan um seg, sum ikki seta spurnartekin við hana og hennara avgerðir. Alternativið hjá gentunum úti í periferiini er nevniliga at tær kunnu blíva isoleraðar og ikki hava nakran at snakka ella spæla við. Ongin torir at siga leiðaragentuni ímóti, tí tað er hon sum stýrir gentubólkinum og definerar tað moralska kodeksið, sum er grundað á loyalitet. Um man brýtir hetta, so verður man útihýstur. So allar genturnar velja heldur at vera ein partur av bólkinum enn at risikera einsemi.

Hatta er eitt typiskt mynstur, tá tað kemur til happing. Eg haldi at tað er óhyggiligt, hvussu nógvar líkheitir eru millum lýsingina omanfyri og tað sum hendir júst nú, viðv. Boykottinum mótvegis Føroyum, sum ES stendur á odda fyri. Eg síggi trætumálið upp á hendan mátan:

Fýra gentir (lond) spæla dagliga saman. Tær eita Føroyar, Ísland, Noreg og Rusland. Allar hava tikið sítt egna leikutøj við sær og hava deilt tað javnt millum sín. Spælireglurnar eru væl defineraðar og genturnar einast fínt - Ongin skeldast og ongin ger fortreð. Ein dagin kemur Danmark, sum er mamman hjá Føroyum inn í kamarið við einari nýggjari, stórari gentu, og sigur, at nú skal hon eisini spæla við. Nýggja gentan eitur ES og sjálvt um hon ikki hevur tikið nakað leikutøj við, so sleppur hon at vera ein partur av spælinum allíkavæl. Hon fær ein rímuligan part av leikutøjinum hjá hinum gentunum, men er øgiliga ónøgd og tekur sær so bara sjálv enn meira, so at hon til endans hevur ein stóran part av øllum leikunum. Eftir situr Føroyar, sum er tann minsta gentan, við næstan ongum. Hon finnur seg ikki í tí og ger mallør, tí hon eigur jú ein stóran part av tí sum ES hevur tikið. Tær fara at klandrast og Føroyar tekur so bara leikurnar aftur. ES blívur nú súr og sigur, at Føroyar ikki hevur lov til bara at taka sær so nógv leikutøj, sum hon vil, uttan at spyrja allar hinar genturnar fyrst. Føroyar sigur: ”Jamen, tað gjørdi tú, og hatta eru mínar leikur”. Tá blívur ES óð og hóttir Føroyar við, at hvis hon ikki makkar rætt og ger sum hon sigur, so tíma hinar genturnar heldur ikki at spæla við hana meira. Føroyar heldur at tað er órættvíst og noktar at gera sum ES sigur. Allar hinar genturnar ræðast ES, tí hon er stór og hevur so nógva makt, og tær vita, at hvis tær ikki akta hana, so verða tær eisini útihýstar. So tær velja heldur at fara upp í hennara part og hyggja illar at Føroyum.

Akkurát soleiðis síggi eg ósemjuna fyri mær, sum nú er kulminerað: Strandalondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland høvdu eina góða, greiða avtalu um sildina, inntil Danmark oyðilegði samstarvið, við at krevja at ES eisini skuldi hava ein part av sildakvotuni. Hetta, sjálvt um norðhavssild ikki eingang svimur í ES-sjógvi. ES fær tó í 1995, hóast hetta, tillutað 7000 tons av tí samlaðu kvotuni, men tað var ikki nóg mikið, so teir ásettu bara sær sjálvum eina kvotu uppá 150.000 tons árið eftir. ES hevur also brúkt presis ta somu metoduna, sum teir nú ákæra Føroyar fyri at brúka (bara at áseta sær sjálvum eina kvotu, uttan at fyrihalda seg til tær eksisterandi avtalurnar við hini strandalondini). So sjálvt um norðhavssild ikki svimur í ES-sjógvi, so halda teir seg hava rætt til at seta revsitiltøk mótvegis Føroyum í gongd. Boykotthóttanin vísir bara, hvussu ES brúkar sína makt, til at gjøgnumtrumfa sín politiska vilja.

Summa sumarum: ES er happingardrotningin sum hevur givið ordrarnar: ”Í dag dámi eg ikki Føroyar” og nú mugu allar hinar genturnar (londini) í bólkinum taka eina støðu: Antin gera sum ES sigur ella eisini velja at steðga happingini við at gera ímóti tí sum ES sigur, og tá risikera at blíva útihýstar av felagsskapinum... og tora tær tað?

Akkurát sum í fólkaskúlanum, har leiðaragentan sigur við hinar genturnar í flokkinum: ”Nú skal ongin spæla við Elsu”, so ger ES júst tað sama, tí at boykotta Føroyar merkir, at tað verður ólógligt hjá føroyingum at landa og selja fisk til londini sum eru í ES, umframt at hesi londini heldur ikki hava loyvi til at eksportera fiskiskip, fiskireiðskap o.a. til Føroyar, sum er neyðugt, um Føroyar skal kunna fiska sild og makrel.

ES hevur nú sagt við allar hinar genturnar í bólkinum: ”Nú skulu vit boykotta Føroyar”, og fyri at siga tað ordiliga einkult, so er grundin til tað, at Føroyar hevur handlað ímóti tí sum ES hevur sagt. Føroyar hava sett spurnartekin við ES. Føroyar er lítla gentan, sum tordi at útfordrað leiðaragentuna, tí hon helt fast í tað sum hon visti var rætt.

Rakul Dalsgaard