Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eru Talgildu Føroyar nóg umfatandi?

 

(Grein úr lestrarblaðnum Fjølnir 2017 – 2018)

Nú tá ið farið er undir at skráseta grunddáta hjá føroysku borgarunum, kann tað tykjast undrunarvert, at hendan skrásetingin ikki fevnir um útbúgving. Í Danmark verður útbúgving hjá tí einstaka borgaranum skrásett í CPR-registarinum, og verður hetta m.a. nýtt av talgildu skipanunum hjá útbúgvingarstovnunum kring landið.

Skráseting av lesandi í Føroyum í dag er ikki nóg umfatandi. Tað finnast dømir í føroyska útbúgvingargeiranum, har skráseting á útbúgvingarstovninum ikki fer fram nóg gjølla, soleiðis at útbúgingarstovnurin sjálvur er óvitandi um, hvussu nógv fullføra útbúgingina, og hvussu nógv fella frá. Útbúgvingarstovnarnir sita tískil ikki neyðturviliga við vitan um sína egnu støðu hesum viðvíkjandi.

Tá ið tað ikki verða førd nóg góð hagtøl av hesum slagnum, sum má sigast at vera á einum tí mest grundleggjandi støðinum, átti tað verið av áhuga hjá Mentamálaráðnum og landinum annars at fingið hesi viðurskifti betri skipað – eitt nú sum ein upplagdur liður í talgildu skrásetingini, sum Talgildu Føroyar er.

Í dag ger Studni eitt megnararbeiði við at skaffa til vega hagtøl um lesandi. Hetta eru tøl, sum í mestan mun verða førd umvegis umsøknarbløðini til lestrar- og ferðastuðul. Talgilt umvegin Mínboks, um tú býrt í Føroyum, og á oyðubløðum, um tú býrt uttanlands. Hagtølini eru tískil bygd á ein sera avmarkaðan innsavningarhátt, har tað ikki verður tikið hædd fyri øðrum viðurskiftum enn teimum, sum gera seg viðkomandi fyri umsøknarbløðini.

Um Talgildu Føroyar fingu útbúgving sum ein variabul ella leist í talgilda samleikanum, kundi samfelagsvísindin fingið eitt munandi betri innlit í lestur og lestrarviðurskiftir hjá føroyskum lesandi og tískil eisini eitt betri fundament at skapa samfelagsvísind út frá. Hetta eru hagtøl, sum tað í stóran mun er tørvur á, og sum eru týdningarmikil, vilja vit sum samfelag vita meira um korini hjá teimum lesandi.

Við at føra útbúgving inn í talgildu skipanina, gerst tað møguligt at fáa neyvari yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar eru lesandi, hvussu nógvir av samlaða árganginum talan er um, val, mongd og longd av útbúgving, og nógvum øðrum, sum kann nýtast saman við aðrari persónligari dátu, ið kunnu vísa á samanhangir millum útbúgving og annað grunddáta, sum Talgildu Føroyar longu hava inni í síni skipan. Talan er tískil um virðismikið data og tilfeingi, sum lætt og einfalt kundi verið vunnið til vega.

Eg vil tískil heita á Talgildu Føroyar og annars tey røttu viðkomandi, um at nýta hendan gylta møguleikan, um at fáa útbúgving inn í talgildu heildarloysnina, so at vit betur kunnu skapa vitan um okkum sjálvi og okkara lesandi.

Terji Beder