Eru dupultfunktiónirnar bert í útjaðaranum?

2013-07-03 02:44

Hví verður altíð hugsa um smáu sjúkrahúsini, tá ið tosað verður um dupultfunktiónir ? Hvat við at venda kanónini og hyggja nærri eftir Landssjúkrahúsinum, tá tosað verður um dupultfunktiónir á sjúkrahúsunum.

Eri samd, at dupult- ella trippel funktiónirnar   ikki kunnu halda  fram.  Bæði  av fíggjarligum orsøkum  og  ikki minst, tá vit hugsa um rutinuna hjá  serlæknunum í Føroyum.  Vit  eru bert  umleið 48000 íbúgvar  og bara ein lítil partur  av hesum hava   tíbetur tørv  á serfrøðini.

Tá vit tosa um rutinu hjá læknum, kann eg nevna, at í Danmark skal ein serlækni helst luttaka í 50 skurðviðgerðum árliga av hvørjum slag innanfyri  sítt egna serøki. Hetta ger seg í hvussu er galdandi  innanfyri  tær mest vanligu viðgerðirnar.  Hetta er tó  ikki nakað krav fyri at kunna virka sum serlækni, men er ein kvalitetsindikator.

Nýggir møguleikar

Tað verður ofta sagt, at nú vegakervið er so væl útbygt, eiga vit at síggja nýggjar møguleikar. Hesum eri eg  so púra samd í,  og hvat við at síggja møguleikar í at koyra sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkrahús.  Hagtøl vísa eisini,  at tað  tíbetur er gingið upp fyri nógvum, at tað er gott at koma á Klaksvíkar Sjúkrahús.   Upptøkuøkið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er voksið og alsamt  fleiri  uttanfyri Norðoyggjar leita sær heilsubót á sjúkrahúsinum her.  Klaksvíkar Sjúkrahús er tí ikki bert eitt lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar. 

Danmark er kanska  størsta fyrimyndin hjá nógvum  føroyingum og  bara í  Keypmannahavn eru fleiri sjúkrahús.  Onkustaðni er  bert  10 min koyring ímillum hesi.   Hetta eru sjúkrahús við ymsum sergreinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur  í fleiri áratíggir sæð møguleikar í globaliseringini. Serlæknar á altjóða støði  aðrastaðni frá innan ymsar sergreinar  koma hendavegin. Hetta virkar avbera  væl og er til stórt gagn og  stóra gleði fyri allar føroyingar. 

Samanborið við hini sjúkrahúsini er ikki nógvur peningur  játtaður til Klaksvíkar sjúkrahús seinastu árini. Suðuroyar Sjúkrahús er nýtt og stórar útbyggingar eru gjørdar á Landssjúkrahúsinum og har verður framhaldandi útbygt.  15 mió blivu  játtaðar til Klaksvíkar sjúkrahús og har verður nógv sett inn fyri at fáa sum frægast burtur úr. Sjúkrahúsið hevur verið forsømt í fleiri ár og 15 mill røkka  bara til tað mest akutta.


Nógv virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Her verða gjørdar ortopædiskar operatiónir, ryggoperationir , ymiskar hondoperatiónir , æðraknútar, brokk, kikarakanning av liðum, ymiskar primerar/sekunderar mjadnaoperatiónir og knæútskiftan, barnaortopædi, kikarakanning í maga og tarmum, kikaraoperatión gall.   Eisini koma sjúklingar í kirurgiska ambulatorii til kanningar, áðrenn og eftir kannan, sárskift o.a. Her verða eisini smærri operatiónir í lokaldoyving gjørdar. Umframt at skaðastovan tekur ímóti og kannar og viðgerð fólk, sum eru skadd.


 Skaðastovan hevur opið alt døgnið.

Á sjúkhúsinum eru  3 fastir læknar, sum hava sergrein í ortopædi, kirurgi(búk) og medicin.

Sjúkrahúsið  hevur 2 songjardeildir, ein við  24 plássum  til ortopædi,  kir, urologi, alm.kir.- eindagskir.- sáramb., ryggamb. Medicinska deild hevur 12 pláss til  almen medicin, uppafturvenjing , med. regulering.- diabetes amb, lungnaamb, med. amb.


Báðar deildir taka ímóti akuttum sjúklingum alt døgnið.

Havi hug at spyrja,  hvar  allir hesir sjúklingar skulu fara,  um Klaksvíkar Sjúkrahús ikki var ?  Landssjúkrahúsið er frammanundan yvirfylt og vit hava hoyrt um at sjúklingar liggja úti á gongini har.   Um Klaksvíkar Sjúkrahús skal niðurleggjast,  so skal  landssjúkrahúsið útbyggjast  fyri 100 tals milliónir  og meir centraliserast .  Ikki vænti eg tað verður nøkur sólskinsssøga.  Samstundis lesa vit um toppkarakter til Klaksvíkar Sjúkrahús. 

Tað kundi kanska verið áhugavert at definera, hvat fólk meina við, tá tey siga, at allar dupultfunktiónir skuldu niðurleggjast.   Er tað t.d. meiningin, at laboratoriið  og røntgen á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal  niðurleggjast.  Um tað verður gjørt, so verða sjúklingar noyddir at bíða rættuliga leingi inntil  kapacitetur er  til hetta á Landssjúkrahúsinum. Ella er tað kanska meiningin at Landssjúkrhúsið skal uppnormerast ?

Bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum til áraknútar, brokk og kikarakanningar kann somuleiðis vera rættuliga long.


Klaksvíkar Sjúkrahús ger júst tað rætta

Tað starvast uml. 40 serlæknar á Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast 3 serlæknar.  Aftrat hesum trimum koma so  skiftandi konsulentar frá  viðurkendum sjúkrahúsum aðrastaðni frá.  Hesir gera somu skurðviðgerðir fleiri ferðir um vikuna og hava soleiðis longu eina stóra rutinu, tá teir koma her.

Um vit skulu hava sjúklingin í fokus, so er hetta rætti vegurin at ganga. Starvsfólkið er eisini útbúgvið/eftirútbúgvið til júst hesar seruppgávur.  

Tá alt kemur til alt, so ger Klaksvíkar Sjúkrahús júst tað rætta.    

Øll vilja sjálvandi hava bestu læknar og bestu viðgerð, og meti eg at Klaksvíkar Sjúkrahús  júst hevur hetta sum endamál.  Hetta  síggja vit eisini av  hagtølum sum Norðlýsið var úti við. Tað koma fleiri og fleiri sjúklingar  aðrastaðni frá í Føroyum til viðgerð á KS.

Sjúklinganøgdsemiskanningin gav Klaksvíkar Sjúkrahúsi gott skoðsmál. 


Við  í globaliseringina

Klaksvíkar Sjúkrahús eigur  at fara enn longur og fáa sjúklingar úr øðrum londum hendanvegin til heilsubót, tí her arbeiða viðurkendir serlæknar á altjóða høgum støði.


Melda út

Fyri at venda aftur til dupultfunktiónir, so  er tað ongantíð ov skjótt,  at landsstýrismaðurin í Heilsumálum meldar út.  Hvat  virksemi  skal verða á hvørjum sjúkrahúsi ?  tað er ótolandi fyri allar partar at liva í óvissuni, og ikki minst hjá  starvsfólkunum.  Hesi  hava krav uppá at  vita, hvar tey skulu arbeiða ella ikki arbeiða  í framtíðini.


Sjúklingurin í fokus

Sagt verður,  at sjúklingurin skal í fokus,  og  sjálv kenni eg ikki til annað enn at sjúklingurin er í fokus, tá vit tosa um Klaksvíkar Sjúkrahús.