Eru atkomuviðurskiftini nøktandi?

2013-12-18 01:56

 Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, hevur svarað skrivliga fyrispurninginum, ið undirritaði setti viðvíkjandi atkomuviðurskiftunum í Vága Floghavn og umborð á Atlantic Airways, men eru tey nøktandi?


Framstig

Sambært svarinum eru nógv framstig at hóma. Atlit hava verið tikin til t.d. farstøðina, ið er á einari hædd, serlig ves eru gjørd, og somuleiðis eru atlit tikin til hurðarnar, tá farið var í holt við at byggja Vága Floghavn. Hvat ítøkiliga liggur í orðunum ”hurðarnar,” er óvist, tí landsstýrismaðurin allýsir ikki, hvørt tað eru automatiskar hurðar ella breiddin á hurðunum, ið talan er um.


Ambulyftan 

Hóast tað glottar fyri stavn, vóru tað ikki beinleiðis vesini ella hurðarnar, ið fingu undirritaða til knappaborðið. Spurningurin snúði seg hinvegin um mannminkandi handfaringina av teimum, ið sita í koyristóli, tí í verandi støðu verða tey borin umborð á flogfarið, hóast tey megna at pakka kuffertið sjálvi, koma til og frá flogvøllinum, men orsakað av kropsliga tarninum klára tey ikki trappurnar. Landsstýrismaðurin boðaði í svarinum frá, at Atlantic Airways hevur gjørt íløgu í ambulyft, og tað er at gleðast um, tí tað er minni mannminkankandi enn at verða borin umborð, men er tað nøktandi? Er ambulyftan tað, ið strembast skal eftir? Er tað tað?


Arm

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at undirritaði ynskir ein arm til tey, ið bera brek, tí sjálvt um ambulyftan er ein bati, sleppa rørslutarnað ella tey, ið sita í koyristóli, ikki at ganga ella koyra umborð, men skulu við eyðmýkt bíða eftir ambulyftini, meðan hini ganga umborð. Tað er í sjálvum sær ikki nakar trupulleiki, men tá farið verðurí holt við at útbyggja bæði flogfar og floghavn fyri hundraðtals milliónir krónur, hevði tað verið uppaftur størri framstig, um rørslutarnað fingu somu sømdir sum tey, ið ganga umborð.


Hanus Samró

Løgtingsmaðurin fyri fólkaflokkin