Eri eg, Erland Sivertsen ein ELD SÁL?

2012-11-09 20:46

 Eg eri 25 ár, lesandi á skipara skúlanum í Klaksvík og valevnið Tjóðveldis til býráðsvalið.


Í mínari tíð hava veri broytingar runt um í okkara kommunu, samanleggingar eru framdar og nógv tosa um framtíðar samanleggingar. Eg haldi at øll hesi mál sum hesi valevnini koma við eru góð, eg taki undir við summum og eri ímóti summum! Men lat tað standa púra fast, at eg ynski at gera mun, eg ynski at vit taka og hyggja at hvat vit hava havt og fáa tað aftur í betraðum umhvørvið.
Prix Føroyar var eitt tiltak ið ung tóku væl til sín (Eg sjálvur eisini).
Ársins songrødd var eitt tiltak ið ung tóku væl til sín (Eg sjálvur eisini).
Lognbrá tóku ung væl til sín (Eg sjálvur eisini).

Tað kann ikki vera rætt at kommunan ikki hjálpir okkara borgarum til at fremja tiltøk ið hava trivnaðan atburð við sær, virksemi skapar gleði og trivnað.

Hví umhugsað vit ikki at hjálpa fólki í gongd við eitt nú “extrem sport”. Motor cross bána, Go-Cart, buggy bil og alt annað? Vit hava eitt grótbrot norðuri á strond, har í nógvir møguleikar eru tilstaðar fyri tílíkum tingum.

Hví hava vit ikki ein mentanar háskúla í Klaksvík, ið kundi veri internationalur skúli?  Hví hava vit ikki ein tónleika og myndalist skála í Klaksvík? Hví hava vit ikki íløgur ið gagna okkara ungdómi? Eg trúgvi at hettar er mangul uppá respekt fyri ungdómi frá teimum gomlu býráðslimum vit hava í Klaksvík! Tað er mangul uppá fólk ið vilja arbeiða fyri ungdóminum! Tað er mangul uppá Erland Sivertsen í Klaksvíkar býráði!

Hettar eru ting ið møguliga ikki fáa fólk at flyta til Klaksvíkar men tað lokkar fólk norð ígjøgnum tunnilin. Hettar kann lokka fólk aðrastaðnis frá í verðini eisini og at hjálpa bæði Klaksvík og Føroyum á landkortið.

Veit nakar av tykkum ungu hvat møguleikar vit hava her í Klaksvík? Hvussu lítið skal til fyri at fáa ávirkan? Hvussu nógv okkara ættarlið hevur at siga fyri okkara børn tá ið tey koma?

Alt vit leggja eftir okkum her er ting, ið okkara børn kunnu sóla sær í, men gera vit tað ikki nøktandi mugu tey í sving við at gera tað, tá ið tey vera vaksin. Ein og hvør við respekt fyri sær sjálvum ynskir børnum sínum og eftirkomarum sínum tað gott, og er tað ein sjálvfylgja at hettar verður gjørt nú, tí nú er tíðin komin til at gera mun!

Eg haldi at tíðin er komin til at ungdómsins rødd verður hoyrd aftur, síðst ungdómurin bleiv hoyrdur var tá ið vit tóku okkum saman fyri umleið 10 árum síðan og samlaðust á posthús horninum til at mótmæla at vit onki høvdu í Klaksvík, og har av hava vit fingið Húsið og Dávavirkið. Tí bjóði eg meg fram fyri tykkum ungu, og trúgvi at eg klári við tykkara hjálp at skapa eitt betri øki fyri okkum! Lat tey gomlu valevnini hugsa fyri seg og teirra, tí tey vita neppa líka væl sum eg hvussu tað er at vera ungur í Klaksvík.

Við respekt fyri ungdóminum ið eg sjálvur eri partur av – Vel meg, Erland Sivertsen til býráðsvalið í Klaksvík