Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

ER TALIÐ AV SIFFRUM AVGERANDI FYRI, UM TAÐ ER FØROYSKT ELLA EI?

 

Føringar hava fingið grønt ljós frá Lars Løkke og donsku stjórnini at brúka NEM ID.

Kenni ein føring, sum fyri stuttum var á skeiði í Danmark. Skeiðið endaði við einari lítlari próvtøku.Teldur stóðu á hvørjum borði.Og øll blivu biðin um at logga seg á umvegis NEM ID.

Føringurin slapp ikki inn í skipanina, av tí at hann ikki hevði NEM-ID. Sostatt fekk hann onki prógv fyri, at hann hevði luttikið á hesum skeiði.

Sum skilst, eru Aksel V Johannesen, Siri Stenberg og restin samgongusamd um ikki at brúka eitt felags CPR nr,vinnutøl og NEM  ID. Hví ikki?

Og fyri teir báðar globalu trappusnakkararnar á Christiansborg, er eitt slíkt mál ivaleyst ov simpult og smátt. Ovlítið arktiskt.

Hetta hendir, alt meðan tað framyvir verður eitt krav, at øll logga seg inn á NEM- ID í samband við skeiðir o.a.

Og vit hava eitt stórt tal av føringum, sum sigla, arbeiða og lesa uttanlands,sum ikki hava brúk fyri, at nøkur hástór Landstýrisfólk forða teimum atgongd til sjálvsagdar skipanir av ideologiskum ávum.

Til skipanir, sum teir allíkavæl mugu fáa sær, sum dupultskipanir.

Sama trupulleika hava vinnufyritøkur, sum bíleggja vørur uttanlands.Okkara vinnutøl, hava ikki líka nógv siffur sum fyritøkur í Danmark og EU hava. Hví ikki. Eru færri siffur meira føroyskt enn fleiri siffur?

Og forrestin.Er talgildi samleikin eitt stig á somu innistongdu skeivu leið – ella?

Hví skulu vit ikki gera tað so lætt sum gjørligt fyri okkum øll? Brúka NEM ID, cpr nummar og vinnutøl við somu siffrum sum í Danmark og aðrastaðni í EU.Skipanir sum duga at tosa saman?