Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er tað snilt at velja eldri konur?

2019-08-29 12:02

Onkur spurdi meg ein dagin, um eg ikki var blivin for gomul at stilla upp til løgtingsval. Eg hugsaði við mær sjálvari, at tað eru hópin av eldri monnum í tinginum. So mátti eisini verið tørvur á eldri kvinnum í tinginum.

Eg hugsaði eisini: hvør dugir betri at umboða tey eldru enn tey sjálvi?

Vit práta ofta um, at bæði ung fólk og kvinnur mangla í politikki, og at øll økir í landinum skulu hava umboðan í tinginum. Men sjálvdan hoyrist, at okkara eldru eisini skulu vera umboðað. Fólkaræðið er jú ikki bara fyri ávísar bólkar. Tað er fyri okkum øll - úr bygd og býi, ung sum gomul.

Og tó, so er onkur munur, tá ið tað ræður um lívsroyndir.

- Vit hava øll verið børn

- Vit hava øll gingið í skúla og fingið lærdóm

- Flestu hava stovnað familju og eru vorðin foreldur

- Flestu hava havt eitt virkið arbeiðslív

- Nógv hava fingið ommu- og abbabørn

Eftir er bara at eldast og gerast gomul. Tær royndirnar standa eftir. Og løgið, sum tað ljóðar, so eru tað bara tey eldru, sum vita nakað um júst tað at eldast. Tað hava hini ikki roynt.

Tey eldru eru sostatt einastu serfrøðingar á økinum, sum snýr seg um tey sjálvi.

Júst hetta var ein av okkara motivatiónum fyri at stovna Edraráðið í Havn á sinni. At hesar røddir, sum hava roynt alt, kunnu koma til orðanna og vera ráðgevandi í eldrapolitiskum spurningum.

Yvirhøvur er tað snilt í politikki at ikki bara tosa um ávísar samfelagsbólkar, men eisini at tosa við teir og saman við teimum. Tað vil Javnaðarflokkurin. Og vit hava greiðar ætlanir fyri eldraøkið sum heild:

- Vit vilja hækka viðbótina 800 kr, soleiðis at tey, sum hava minst, fáa meira.

- Vit staðfesta, at summir arbeiðandi pensjónistar verða skattaðir ov hart – tí vilja vit hava ein skattafrádrátt uppá 30.000 kr.

- Og sjálvandi skulu arbeiðandi pensjónistar fáa rættin aftur til dagpening undir sjúku.

Sjálv ynski eg eisini, at vit byggja fleiri hóskandi bústaðir til eldri fólk, og at øll skulu sleppa at arbeiða, so leingi tey orka og kunnu. Arbeiðsmarknaðurin skal vera fyri øll.

Eisini fyri tey, sum gera sær tankar um teirra lívskvøld.

Tí er tað kanska ikki so burturvið at velja eina eldri kvinnu úr Javnaðarflokkinum til Løgtingsvalið 31 august.

Eg ynski øllum veljarum og valevnum eitt gott val.

Katrin Dahl Jakobsen, valevni fyri Javnaðarflokkin