Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Portal.fo)

Er tað politiski viljin, at mann ikki skal drepa grind nú?

2020-06-06 13:03

Spurningur til Bárður á Steig Nielsen, løgmann

Nú sýslumenn fyri arðu ferð innan stutta tíð hava nokta at halda grind til við tí grundgeving, at mann ikki kann fylgja tilmælunum viðv. Covid-19, vil eg við hesum seta fram hendan fyrispurning, sum eg vóni at fáa svar uppá.

Er tað politiski viljin, at mann ikki skal drepa grind nú?

Ella er tað soleiðis, at tað er politiskur vilji fyri at drepa grind, men at heilsumynduleikarnir halda aftur, tí tilmælini ikki verða fylgd? Um so er, áttu tit so ikki at skorið í gjøgnum eins og tit gjørdu tað við t.d. fótbóltinum, kappróðrinum, við at opna barnagarðar og nú eisini tosa um at loyva summarlegum?

Eg meini so við, tað er sera einfalt at gera smittusporan um so er, at tað ímóti øllum oddsum skuldi blivið neyðugt í samband við eitt grindadráp, tí øll sum luttaka í grindadrápinum,verða uppskrivað í samband við býtið av grindini.

Tað stendur eisini øllum hinum í landsins leiðslu frítt at svara hesum spurningum ella gera viðmerkingar.

Jóan Petur Joensen, Sandavágur