Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er tað betur at gita enn at vita á Búnaðarstovuni?

2013-08-28 21:49

Tað fyriliggur, sum nú er, ikki nakað sum helst vísindaligt grundarlag fyri at grágás etur 55% av grasinum á veltum lendi, sum annars hevur verið borið framm av Búnaðarstovuni og landstýrismanninum. Vit vilja, sum tað fyrsta, í hesari grein sláa fast, at tað verður ikki tikið støða til um tað er rætt ella skeivt at gera serlóg um skjóting av grágás, men vit vilja bara vísa á, at sakligar og vísindaligar grundgevingar mugu fyrst koma á borðið og ikki bara leysir pástandir frá einum alment settum bónda. Andrias Reinert kom við einum sakligum ískotið í Sosialinum 7. august 2013, har hann mælir til ein leist við skynsamari veiðu, sum samstundis kann blíva ein inntøkukelda fyri bóndir, sum nú sigast at standa fyri missi orsaka av grágás, men hetta er sum sagt, ikki nakað vit koma nærri inná í hesari grein.

<b>Málsgongdin</b>

Tann 26. september 2011 kallaði fiskimálaráðið til fundar um evni: Loyvi at skjóta grágæs, ið leggjast á bøin hjá bóndum, ið hava mjólkineyt. Luttakarar vóru fyriuttan umboð frá Fiskimálaráðnum, frá Havstovuni, Náttúrugripasavninum, Føroya Fuglafrøðifelag og Búnaðarstovuni. Niðurstøðan var millum annað at tað var neyðugt at fáa meir vitan um stovnin, tí sum nú er vita vit onki um føroyska grágása stovnin. Somuleiðis var eisini neyðugt at fáa lýst skaðaárin á bøin, og hetta skuldi ætlandi skipast sum ein specialiverkætlan. Hetta skuldi eftir ætlan bert verða eitt fyrsta stig fyri at kanna grágásina, hennara vistfrøði og ávirkan á bøin.

Tað næsta man frættir í hesum málið er, at Rólvur Djurhuus vegna Búnaðarstovuna framleggur úrslit frá einari sokallaðari kanning sum Búnaðarstovan í sínum eintingum hevur staðið fyri. Alt hetta var uttanum tað kanningarverkætlanina, sum annars var skipað í samstarv við Náttúrugripasavnið og ein specialistudent og Búnaðarstovuna. Tann óskilliga framferðin hjá Rólvi, fær okkum at hugsað, at hann helst ikki væntar sær tey úrslit hann ynskti sær í hinari kanningini, sum verður liðug innan stutta tíð, og er tí farin í holt við at snikka eina kanning saman sum gevur honum júst tey tølini hann ynskir sær. Sokallaða kanningin sum landstýrismaður og fjølmiðlar eisini hava víst til er ikki útgivin alment meira enn, at kanningarhátturin og myndir eru lagdar út á heimasíðuna hjá Búnaðarstovuni. Okkara kritikkur av hesari sjálvdráttarkanningini hjá Búnaðarstovuni er millum annað:

<b>Ov stutt tíðarskeið</b>

- Skiftandi veðurlag og avfall

- Lívd orsaka av innhegning

- Nýsátt gras serliga útsett fyri gás

- Hara sleppur ikki til innhegna øki

- Útvalt lendi serliga útsett fyri grágás

- Ongin samanbering við onnur sløg av bøi

Tá vit vita hvussu ójøvn sumrini í Føroyum eru, so er tað eisini eyðsæð at kanningararbeiði í 1 ár ikki er umboðandi fyri nakað sum helst, og kann ikki virka sum grundarlag fyri einari broyting av fuglaveiðulógini. Veðurlag og avfall hava stóra ávirkan á gróðurin og munurin á innhegnaðum og opnum lendi er helst eisini tengt at tí lívd sum innhegnaða lendi fær. Kanningin tekur heldur ikki hædd fyri haru sum gongur á bønum um náttina. Helst er staðið sum Rólvur hevur valt til sína kanning eitt tað mest útsetta staðið í Føroyum. Um ein kanning skal verða umboðandi fyri eina breiðari heild nyttar tað tá ikki at ein bert hevur gjørt kanning á tí lendinum, sum helst er sterkast ávirka. Somuleiðis er nýsátt gras lokkandi fyri gæs, men umboðar ikki í øllum førum eina realistiska støðu.

Hendan sjálvstøðuga kanningin sum Búnaðarstovan hevur staðið fyri, hevur heilt greitt verið skipað soleiðis, at teir fingu tey úrslitini teir vildu hava. Talan er ikki um objektiva gransking, og heldur ikki ein niðurstøða sum er umboðandi fyri allar Føroyar, og er eftir okkara tykki ikki gransking, sum kann liggja sum grundarlag fyri broyting av veiðulógini.

<b>Manglandi trúðvirði hjá Búnaðarstovuni</b>

Trupulleikin, sum vit síggja tað, er meir tengdur at trúðvirðinum hjá Búnaðarstovuni tá hon so íðin fer út við hálvkókaðum granskingarúrslitum og nýtir tey á ein slíkan høpisleysan hátt. Upprunaliga endamálið við kanningini var fyri at objektivt lýsa hvønn møguligan miss bóndirnir eru fyri orsaka av grágás, soleiðis at man kann skipa seg hareftir. Til tað er neyðugt við veruligari gransking, men leisturin sum Búnaðarstovan í hesum sambandi hevur valt, ber brá av at teir heldur vilja gita enn at vita, og lata seg stýra av egnum áhugamálum framum veruleikan. Almennir stovnar hava sum ábyrgd at fyrihalda seg objektivt og sakligt til veruleikan, men tað er eftir øllum at døma ikki tilfeldi viðvíkjandi Búnaðarstovuni í hesum málinum. Rólvur, sum sjálvur er bóndi má sigast at verða ógegnigur í hesum føri, og er tað tí óheppi at hann skal verða tunga vektin á skálini fyri at skjóta grágæs. Tað er jú bókstavliga sum at seta revin at ansa eftir gæsnum.

Ein nógv betri leistur hevði verið at man helt seg til uppruna kanningina har fleiri áhugabólkar enn bara bóndir vóru umboðaðir, og har man við einum specialistudenti við altjóða viðurkendari vegleiðing tryggjaði at arbeiði hevði ein ávísan kvalitet og objektivitet. Vit vita av góðum grundum ikki enn hvat kanningin kemur at vísa, men vit vilja vísa á at tølini sum Búnaðarstovan hevur servera, kunnu á ongan hátt rættvísgera nakra broyting av fuglaveiðulógini. Og tá hava vit ikki eingang nomið við, at vit enn onki vita um sjálvan føroyska grágásastovnin.

Jens-Kjeld Jensen og Sjúrður Hammer

Føroya Fuglafrøðifelag