Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Er nakað tilfeingið í Kollafirði?

2012-10-25 16:43

Var á stak væleydnaðum veljarafundi í Café Chill í Kollafirði fyrr í vikuni. Tað er áhugavert at hoyra, hvørjar avbjóðingar langa bygdin hevur at dragast við.

Serliga eru tað hesi mál, ið fylla nógv: at tryggja vegirnar við bungum og gongubreytum, grundstykkir, hegnssýn, vetrarfriðing, nýggjan barnagarð, og so varð staðiliga mælt frá, at leggja eina oljuhavn á Signabø. Kollfirðingar stilla eingi órímilig ella marglætis krøv, hettar eru grundleggjandi tørvir sum tryggja ferðslu á vegnum, framtíðar búsetingar og urtagarðsfrið.

Sæð út frá einum tilfeingis sjónarhornið, so er Kollafjørður ein gomul bóndabygd og hevur sjálvsagt nógv tilfeingið. Bøndur flest dragast við somu avbjóðingar sum eitt nú tiltikna eu-direktivið, og tað, at fólk vilja nærum bara keypa gongulimir. Síðir, høvd, blóð, skinn, horn, tálg v.m verður sum oftast burturbeint.
Eg fari at arbeiða fyri, at vit gagnnýta allan seyðin sum hann er, eisini neytini, tarskálvarnar, fuglarnir, harurnar osf. Tað sum ikki kann etast sum mannaføði, tað skal tilvirkast til djóraføði, sápu, ljós, skinn, prýðislutir og annað.
Eg fari í einari aðrari grein, at koma við mínum íkasti, til hvussu hetta kann gerast. Eisini fari eg, at arbeiða fyri at broyta reglugerðina fyri at selja matvørur.

Kollfirðingar eru tiltikið gestablítt fólkaslag. Eg ivist onga løtu í, at bygdin eigur bæði listarfólk, handverkarar, tónleikarar, bindikonur og aðrar kreativar sálir, sum hava nógv spennandi íkast, til vaksandi ferðavinnuna.

Ja, ferðavinnan er ein upplagdur málbólkur fyri útjaðaran í kommuni.
Nýggja málið hjá Ferðaráðnum er, at økja yvirnáttingarnar frá 80.000 til 200.000 um árið innan 8 ár. Tað fer sostatt at krevja nógv fleiri tilboð og upplivingar til ferðavinnuna. Tórshavnar kommuna skal leggja seg eftir, at skipa og dyrka øll økini í kommununi, soleiðis fáa vit eina fjøltáttaða og spennandi ferðavinnu.
Saman við lokalum kreftum, skal eitt yvirlit gerast yvir hvørji tilboð bygdin hevur at bjóða. Ætlan skal leggjast fyri, at fáa fleiri tilboð eitt nú Ból og Biti, Heimablídni, gongutúrur, handlist, tónleikur, frásøga og so framvegis. Bygdin skal seljast og mennast.

Stóri fyrimunurin hjá Kollafirði er, at yvir 99% av ferðafólkunum koyra framvið bygdina í dag. Flestu føroyingar koyra eisini framvið! Avbjóðingin er, at fáa tey at steðga og lata nakrar krónur liggja eftir, men so má okkurt eisini verða til keyps, og tey muga vita tað!

Eg vil verja, menna og umboða føroyska tilfeingið.

Bjørg

Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com