Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er munur á?

Føroyska málið hevur fingið eitt problem afturat. Vit her á landi, eru farin at seta hesi bæði líka. Órættvísi=Øvundsjúka, ella Vice Versa. Er hetta rætt, kann líkheitstekin setast millum hesi bæði.?

Hvørja ferð onkur dittar sær at tosa um, til dømis nýskipan av fiskivinnuni, so verður sagt ”Tú er bara øvundsjúkur” og so tagnar kjakið.

Hetta haldi eg ikki er rætt og setti mær tí fyri, at kanna hetta, er tað rætt, at Órættvísi og Øvundsjúka eru tað sama. ?

So fyrst, hvat er øvundsjúka?

Lati okkum ímynda okkum, at Nólsoyar Páll var sera øvundsjúkur inn á Wolfgang Amadeus Mozart. Teir vóru jú nøkulunda samtíðarmenn. Øvundsjúkur, tí Mozart skrivaði fantastiskan tónleik og hann sjálvur, Nólsoyar Páll, bara var skald, góðskrivaður Jákup á Møn, Fuglaðkvæði og líknandi. Og so sigldi hann eitt sindur.

Men okkum vitandi, so var Nólsoyar Páll sera góður navigatør og yrkti sum fáur.

Haraftur ímóti, so var Mozart sera øvundsjúkur inn á Nólsoyar Páll, tí hesin kundi lesa kort og dugdi at navigera og so tað seinna, hann kundi yrkja.

Hvørki av hesum kunnu vit gera nakað við, tí hesir menn vóru føddir við sínum dygdum og gjørdu nakað við tær og fingu loyvi til tess. Hvat teir so hildu og søgdu um hvønn annað, kunnu vit ikki nýta til nakað.

Tað er øvundsjúka.

Hvat so við órættvísi?

Orðabøkurnar siga, at hetta merkir nakað við, at øll ikki eru líka fyri lógini. Nøkur hava meira rætt enn onnur. T.v.s., kennir tú onkran, ið kennir onkran ella hevur røttu sambondini, so fær tú betra rættin.

Um vit taka somu samanberingar sum áður og fáa samtykt eina lóg, ið sigur, at tú skal vera tað onkur heldur tú er føddur til, so av tí at Mozart er snillingur á tangentarnar og Nólsoyar Páll er góður við sekstantinum, so gera vit eina lóg ið sigur, at Mozart og hansara eftirkomarar skulu leika á tangentar og Nólsoyar Páll og hansara eftirkomarar skuldu navigerað, tí tað vóru teir bestir til. Onga violin til Mozart og Nólsoyar Páll fekk ikki loyvi at yrkja, tí soleiðis er lógin.

Tað er órættvísi.

Man nakað vera at ivast í, at orsaka eini lóg, so mistu vit nógv. Vit vóru ikki líka orsaka av henni.

Ímyndi tykkum, at vit aldrin hoyrdu Fuglakvæði, tí hasin merkiligi Nólsoyingurin, ið nú slapp at búseta seg í Klaksvík, ikki fekk loyvi at yrkja. Forrestin, tá sum nú, er lógligt at búseta seg í Klaksvík ella aðrastaðni.

Ella, um hasin smádrongurin úr Eysturríki, bert kundi spæla klaver. Onga Violin konsert nr. 3 ella 5 og forrestin, so slapp hann at flyta frá Saltzburg til Viena til Munchen. Tí tað var lov.

Ella ímyndi tykkum, at William Heinesen einaferð hann var 10 ára gamal teknaði okkurt og onkur, við makt, sá hann og eftir tað vísti til samtyktu lógina. Slutt við øllum øðrum enn tekning.

Tað er órættvísi.

Nú kunnu vit so kjakast um hetta. Órættvísi=Øvundsjúku, ella Vice Versa. Tí nú er greitt hvat er hvat.

Øvindsjúku kann bara tú sjálvur, gera nakað við, tí tann støðan er persónlig.

Men órættvísi, kunnu vit øll so avgjørt gera nakað við, tí tað er ein lóg. Og øll hava rætt til at siga sína meining, enn, fyri at órættvísi ikki skal fáa fastatøkur.

So nei, tað kann ikki seta líkheitstekin millum Órættvísi og Øvundsjúku.

/Hilmar Augustinussen