Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Er korona farligt?

2021-12-17 10:28

Tað gleðir meg at síggja, at fleiri av mínum læknaligu starvsfelagum í Føroyum eru byrjaði at tala at hondteringina av koronavirus. Eg vil gjarna vera við til at fáa vind í seglini, og vil uppfordra onnur til at tora at tala at – serliga okkum í heilsuverkinum.

Eg kann skriva nógv hjartasuff um, hvussu vit hava reagerað uppá korona síðani mars 2020, og serliga øll tey heilt ekstremu frælsistýnnandi átøkini í Danmark og øðrum londum. Men eg velji at fokusera uppá framtíðina. Tóat eg eri ósamdur við háttinum, vit hava viðgjørt og hondtera korona, so skilji eg, at tað var ein stór óvissa um hesa sjúkuna, ið m.a. skapti grundarlag fyri stýring við harðari hond.

Men nú hava vit skjótt kent til koronavirus í tvey ár, so støðan er langt frá óvis. Fyri mær er tað vorðið alsamt meira týðiligt, at COVID ikki er ein samfelagshóttandi sjúka í nógv størri mun enn, hvat aðrar infektiónir kunna verða.

Deyðatýttleikin fyri koronavirus hevur í Føroyum og Danmark verið skrásettur til at verða ávíkavíst 0,028% og 0,053% - men er allarhelst væl lægri, tí fleiri doyggja ikki neyðturvuliga av korona, men við korona, og hinvegin eru nógv myrkatøl yvir veruliga smittutalið. Hagtølini frá Danmark vísa enntá, at 92% høvdu aðrar sjúkur og talan var í nógv størsta mun um eldru borgarir, ið lótu lív.

Eg meti ikki, at slík tøl geva grundarlag fyri at stongja matstovur, stovnar, handlar, størri tiltøk og náttarlívið. Eg eri yvirbevístur um, at tað ringasta, ið korona hevur viðført er ótta, isolering og misálit, umframt ein stóran búskaparligan ávirkan. Fólk hava vent sær ímóti hvørjum øðrum. Frástøða, sóttarhald, útskamning og bólkatrýst til at avlýsa stórar veistlar og smáar gleðisløtur.

Nú eru 92,3% av føroyingum koppsettir fyri korona. Vit vita, at tað lækkar sannlíkindi munandi fyri, at man fær eina álvarsliga sjúkragongd. Umframt hetta tykist tað at vera greitt, at nýggi Omikron varianturin, ið fer at vera tann dominerandi varianturin skjótt, gevur eina uppaftur mildari sjúkragongd.

Alt hetta gevur okkum orsøk til at staðfesta, at vit eiga at steðga við at óttast koronavirus, og fara aftur til eina simplari og meira gleðiligari tilveru.

Tí haldi eg, at vit eiga at steðga við at kanna fólk í hópatali fyri koronavirus uttan orsøk og heldur krevja eina læknaliga ordinatión hvørja ferð. Kanningarnar eru sera dýrar, og leggja bert upp til at vit fasthalda sóttarhald í hópatali og áhaldandi panikangst. Hetta er okkara besti vegur út úr farsóttani, og eg eri yvirbevístur um, at vit høvdu verið gleðari og ríkari sum tjóð, um vit tordu at taka hetta stigið.

Allar aðrar viruskanningar verða vanliga ordineraðar av einum lækna – og tá bert um tað hevur týdning fyri tína sjúkragongd at kenna virusið. Tá tað nú er greitt, at yvir 99% av borgarum hava eina milda sjúkragongd, so dugi eg ikki at síggja, hví koronavirus framvegis skal handfarast so nógv øðrvísi enn onnur virus í andaleiðini.

Aksel Kambsskarð Berg, lækni