Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er kommunan virkin og vakin eisini fyri sinar medborgarar? Svar:

Eg havi fingið svar upp á klaguna um, at bussfarstøðin verður stongd kl. 18.00 frá nú av og frameftir.

”Tíverri bleiv terminalurin brúktur sum eitt tilhaldsstað hjá nógvum og herverk gjørt á hølið. Tí verður stongt kl. 18.00.”

Hvat heimilar kommununi at steingja fyri okkum, sum koyra við bussinum í øllum veðri? Í staðin má finnast ein loysn, ið kann forða fyri herverki. Rætta loysnin er at lata uppaftur fyri almenninginum og seta eitt vaktarfólk, ið ansar eftir hølinum, og sum eisini kundi latið fólki, sum høvdu tørv á tí, lykilin til almenna vesið, so leingi sum bussurin koyrir.

Skoytast skal uppí, at eisini hava ferðafólk tørv á at sleppa inn á bussfarstøðina eftir faldarum, ikki minst nú ið ferðafólk eru her ein stóran part av árinum.

Reyða bussskýlið, sum nú stendur uppi, verður mest nýtt av fólki, ið hugna sær har og smakka sær á. Tað er ikki nakað, sum prýðir um miðbýin.

Vit vóna harumframt, at bussurin fer at koyra leygarkvøld og sunnudag, so til ber at koma í kirkju, á kaffistovu, á Býarbókasavnið ella á matstovu, so býurin ikki sloknar orsakað av vantandi busssambandi. Skal býurin eisini liva í vikuskiftunum bæði á degi og á kvøldi, má busssamband vera – eins og gjørt verður ólavsøkudagarnar. – Tað hevur víst seg at virka í verki.

Hetta er neyðugt fyri at skapa trivnað í býnum!

Niðurstøðan má vera, at í løtuni er kommunan kanska vakin, men IKKI VIRKIN fyri sínar medborgarar!

 

Vinaliga

Bozena Rasmussen