Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er Jørgen Niclasen farin út um sínar heimildir við at steðga sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og KAF?

2020-06-09 10:31

Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur og eksternur undirvísari á Fróðskaparsetrinum
(Viðmerkingarnar omanfyri eru skrivaðar egna vegna sum privatpersónur)

Sambært § 56 í stýrisskipanarlógini hava kommunur eitt sokallað kommunalt sjálvræði. Kommunala sjálvræðið inniber m.a., at kommunurnar hava avtalufrælsi til at skipa egin viðurskifti, heruppií sum arbeiðsgevarar at gera sínar egnar sáttmálar við yrkisfeløg. Tó kann kommunala sjálvræðið skipast nærri við løgtingslóg, og tað er tað m.a. gjørt við kommunustýrislógini. Hon ásetir í § 5, stk. 5:

“Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”

Í hesum føri er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum skal góðkenna ásetingar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanartreytir hjá kommunum. Men fyri at greina hesa heimild nærri, er neyðugt at fara afturum ásetingina og hyggja í løgtingsmálið frá 1999. Í serligu viðmerkingunum til greinina, stendur á bls. 19, sbr. løgtingsmál nr. 82/1999:

“Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkennast av landsstýrismanninum.”

Hendan viðmerkingin frá 1999 er rættiliga greið, og hon er orðað av lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sum fyrr í ár hevur gjørt sáttmála við Starvsmannafelagið. Endamálið er greitt at tryggja líkskap millum starvsfólk hjá landinum og kommunum, sum eru undir sama sáttmálaøki.

Í 1999 skrivaði lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum í sínum hoyringarskrivi til lógaruppskotið um nýggja kommunustýrislóg (mín áherðsla):

LØN: Viðmerkir, at eftir teirra meting væntar ein áseting um, at kommunalar normeringar og sáttmálar skulu góðkennast. Ein tílík áseting skal vera við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og mótvirka eini lønarglíðing.

Eitt av endamálunum við uppskotinum til nýggja kommunustýrislóg er, at kommunurnar skulu stýra egnum viðurskiftum í so stóran mun sum til ber. Í § 9 í uppskotinum er ásett, at samsýningar verða ásettar av landsstýrismanninum og tað sama er galdandi fyri løn til borgarstjóran, men ongar ásetingar eru um góðkenning av lønar- og setanarviðurskiftum hjá kommunalum starvsfólkum.”

Møgulig valdsreingjan
At góðkenna, ella at lata vera við at góðkenna ein sáttmála, er ein fyrisitingarlig avgerð, ið er fevnd av fyrisitingarlógini. Tílíkar avgerðir skulu, sum alt annað fyrisitingarligt virksemi, vera grundaðar á saklig og viðkomandi fyrilit í mun til ta lóggávu, ið umsitið verður eftir – í hesum føri § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini og við virðing fyri kommunala sjálvræðnum sum ásett í stýrisskipanarlógini.

Tað kann ljóða nokkso pent, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil hava fakfeløgini at vísa búskaparligt hógv eftir einari tíð við Corona, men er tað eitt fyrisitingarliga sakligt fyrilit at taka sambært kommunustýrislógini frá 1. januar 2001, ið hevur til endamáls at mótvirka ójavna og lønarglíðing í lønarlagum millum starvsfólk hjá landi og kommunum undir sama sáttmálaøki?

Tað tykist sum um, at sjálvur góðkenningarmyndugleikin/kommunala fíggjareftirlitið, nú er farið frá uppgávuni at tryggja eitt javnt og samsvarandi lønarlag og mótvirka lønarglíðing millum starvsfólk hjá landi og kommunum til hinvegin at tryggja eitt ójavnt og ósamsvarandi lønarlag við tað, at munur verður gjørdur á lønarlagnum hjá limunum í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða undir landinum og so limunum hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá kommununum.

Av tí sama kann mann av góðum grundum seta spurning við, um fyrisitingarliga avgerðin hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um ikki at góðkenna sáttmálan millum KAF og Starvsmannafelagið, er grundað á saklig og viðkomandi fyrilit, sambært § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini og viðmerkingunum til greinina?

Í fyrisitingarrættinum er nakað, ið verður rópt valdsreingjan, tvs. at ein myndugleiki nýtir sítt fyrisitingarliga vald til tess at røkja óviðkomandi og ósaklig fyrilit í mótstríð við ta lógargrundarlag, ið myndugleikin er settur at umsita eftir. Á fronskum verður hetta rópt détournement de pouvoir. Viðurkendi professarin í løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn, prof. dr.jur, Bo von Eyben, lýsir hetta hugtak í síni juridisku orðabók sum “Et forvaltsningsretligt udtryk for, at et forvaltningsorgan har anvendt sin myndighed i et andet formåls tjeneste end det, for hvis skyld den er givet vedkommende organ.”

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki fingið heimildina í § 5, stk. 5 til generelt at halda lønarlagnum hjá kommunum aftur ella til at brúka sum jarnbrot í egnum samráðingum. Øll, sum bara hava fylgt eitt sindur við í miðlunum, vita, tað er hetta, sum avgerðin um ikki at góðkenna sáttmálan millum KAF og Starvsmannafelagið, veruliga er grundað á. Tí kann mann av røttum spyrja, um tað tá er sakligt í mun til § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, sum hevur til endamáls at tryggja líkskap millum starvsfólk hjá landi og kommunum og at mótvirka lønarglíðing til fyrimuns fyri annan partin? Um nakað ikki er sakligt, er tað heldur ikki heimilað.

Ein endurskoðan av avgerðini hevði klætt landsstýrismanninum
Men landsstýrismaðurin kann sjálvandi gott av sínum eintingum taka málið upp aftur til nýggja viðgerð og koma til aðra og nokk betri avgerð, so at samsvar verður millum lønirnar hjá starvsfólkum hjá kommunum og starvsfólkum hjá landinum, sum eru undir sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum. Tað er jú tað, sum eg við støði í lógarviðmerkingum o.ø. meini, er endamálið við góðkenningarheimildini í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini.