Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Er ikki nokk oyðsla uppa gamlan lort við skattapeningi

2021-12-21 11:25

Nær er nokk oyðsla uppá gamlar bygningar sum ikki kunnu nýtast til annað enn eitt stórt, flott og gott nýttarsball?

Hví hugsa tit ikki frameftir og nýta hatta stóra stykkið til eina stóra, goða og framtíðar hóskandi útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsi?

Ein nútíðar/framtíðar hoskandi flottan bygning vid brúgv/tunli yvir í tann gamla, og so tað, sum nu einaferð er hugsandi framyvir av nútímans og framtíðar tøkni og utgerð til tey næstu 10-30 árini?

Tað er so langt uti av leið, at eg finni ikki útav at seta orð á hetta tvætlið sum nu kemur fram um at renovera hatta gamla gula læknahusið, so besta eg fann var «Nýttarsbal».

OMG (Oh my God) hetta er langt úti at hetta kemur frá einum tinglimi sum byr i Klaksvik. Og sum um tað ikki var nokk, so sær ut til at landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur svarað at Eyðgunn Samuelsen, at hetta arbeiði er útboði komandi ár.

http://www.vp.fo/news/arbeidid-at-dagfoera-gula-husid-bodid-ut-i-2022

Klaksvíkin veksur skjott, hugsi eg sá 5.400 nú ein dagin, nógvar útbyggingar ymsastaðni runt um í bynum, og so ikki hugsa um at sjukrahusið fær størri og betri umstøður framyvir sum nøktar tørvin í Norðoyggjum.?

Tit (landsmyndugleikar og kommuna) halda fram at nýta skattapening uppá gamlan lort, og tað eru fleiri gamlir lortar runt um i bynum, Faktorshusini, sum standa mitt á vegnum og tálma trafikkinum, eitt sera farligt økið at møta bilum, og tu kanst ikki ganga har á gongubreytini uttan at tú næstan verður niðursligin av spegliunum á bilum sum koyra framvið har. Eitt sera farligt stað.

Og sum um tað ikki var nokk, so stendur beint niðanfyri eitt gamalt lort av einari smiðju, «Idni» sum bert samlar regnvatn ígjøgnum øll hasi holini ella kanska betri sagt, hatta stóra holið í takinum.

Um Essan skal goymast, so flyti hana har hon nu einaferð kann hugsast at standa til framsyning. Slætta ovaru hædd nidur á vegahædd, so tað verður koyrandi.

Álvaratos, einki av hesum trimum eg havi nevnt omanfyri kann nytast til nakað fornuftigt, bara skattapening upp í royk. Var betri nytt til fyrverk, so øll fingu eitt upplivilsi í ein ½ tima.

Vaknið nú klaksvikingar, nu hava vit ein borgarstjora sum letur til at hava skil a peningastreyminum, so nú er at koyra á hann og fáa okkurt fornuftigt burturúr.

Kari Vitalis