Er frælsið fjart?

2014-01-02 04:34

Politiska landslagið seinastu árini hevur verið dapurt. Fólkaræðisliga skipanin er vanvird, og politiski leikvøllurin er merktur av einstaklingum, ið einans ynskja framburð fyri seg og síni.

Tær stóru visjónirnar eru lagdar á hillina, og reformanir innan fiskivinnuna og sosiala geiran, ið einans kunnu fremjast við breiðum meiriluta, bera ikki til, tí at politiska skipanin hevur prógvað seg óbúnað at fremja tað í verki. Men politiska máttloysið ræður ikki ímillum øll. Hóast tað tykist burturmist í meldrinum, og hóast tað er langt ímillum framstigini í hesum tíðum, so hava øll ikki gloymt. Vit eru fleiri, ið minnast tað týdningarmesta málið, um framburður aftur skal vera um hetta landið. Vit eru fleiri, ið minnast loysingina.

Tað er undarligt at í okkara framkomna landi, ið er fult av dugnaligum fólki, einum ríkum náttúrutilfeingi og øllum møguleikum, hava vit valt at byrgja okkum inni, heldur enn at luttaka í altjóða samfelagnum. Hóast vit hava møguleikan, so hava vit valt, at vit vilja ikki taka lut. Vit hava valt eitt annað land, og eitt annað fólk sum okkara avmarking, og vit hava lagt okkara álit á, at um vit innibyrgja okkum heima, uttan at fara út, so skulu vit nokk vera trygg. Men í sama viðfangi hava vit gloymt, at tað eru bara vit, ið kunnu stýra okkara landi best. At vit mugu út í heim sum sjálvstøðug tjóð, um vit skulu skapa framburð. Er tað ikki so klokkuklárt, at tað er sambandið í ríkisfelagsskapinum, ið forðar samband við allan heim? At hesin sokallaði ríkisfelagsskapur, ikki er okkum til gagns, men hvønn dag forðar okkum í at vaksa okkum sterk?

Farna árið fer í søguna sum árið, tá ið landsins hægstu frásøgdu sær ábyrgd og hækkaðu ríkisveitingina. Tá landsins hægstu sendu eitt signal til allar føroyingar, um at tey ikki trúgva uppá, at føroyska fólkið er nóg dugnaligt, til at føroyska fólkið kann stýra sjálvt. Teir søgdu, at Føroyska fólkið hevur ikki førleikarnar, og tí mugu vit innibyrgja okkum í ríkisfelagsskapin.

Hóast tað vánaliga signalið, eru vit fleiri, ið trúgva, at Føroyingar kunnu eins væl og øll onnur fólkasløg ráa fyri egnum borgum. Tí fer Unga Tjóðveldið í 2014 at royna alt, hvat vit kunnu at aktivera allar Føroyingar, ið trúgva á frælsi. Fullveldisrørslan hevur meiri enn nakrantíð brúk fyri øllum kreftum innan øll samfelagsøkir, tí at fullveldisrørslan verður vunnin millum fólkið - ikki millum politikkararnar. Tað er fólkið, ið skal taka avgerðina, og tí byrja vit í Unga Tjóðveldinum í 2014 við einum rópi út til alt Føroya fólk. Til øll, frá íttróttarfólkinum til yrkjaran. ”Vilt tú vera við í stríðnum fyri framburði?”

Við frælsiskvøðu,
Regin Winther Poulsen,
Formaður Unga Tjóðveldsins
31-12-13