Er det en god ide?

 Var fyri løgnari hending á flogvøllinum í Kastrup, á veg til Washington D.C. Hevði knossað meg gjøgnum meginpartin av trygdareftitlitunum. Bara síðsti skansan manglaði, áðrenn myndugleikarnir lovaðu mær at trína inn í terminal 3. Tað hevði gingið rímiliga skjótt fyri seg, men hesaferð var eydnan ikki við mær, tí halin á røðini, ið skuldu vísa pass fyri myndugleikanum, var rættiliga langur. At standa og bíða í bíðirøð er ikki akkurát mín koppur av kaffi, men tað nyttar ikki at ilskast, so eg stóð og bíðaði í gott og væl tíggju minuttir, áðrenn eg slapp framat.

 

Imperialisturin

Tað er lítið hugaligt at standa til svars fyri myndugleikanum, tí onkursvegna liggur ein duldur ótti, sum krýpur seg upp í tilvitið, tá ið ein stillar seg framan fyri myndugleikan. Hvat nú, um passið er útgingið ella um okkurt manglar?

Tit kenna møguliga til kensluna, men tá ið tú framanundan er komin gjøgnum trý trygdareftirlit, tá kann ikki ganga heilt galið.

Eg handaði eftirlitsmanninum reyða passið.

Maðurin hugdi at passinum, síðani at mær, áðrenn hann samanbar persónin við passinum við persónin í passinum. Aftaná nøkur sekund, lat úr manninum:

“Jeg har hørt, at færinger ønsker at løserive sig fra rigsfællegsskabet. Er det en god ide?”

Hann segði tað við einum so forhánisligum tóna, ja, sum ein veruligur imperialistur, sum ikki loyvir íbúgvunum í lítlu koloniiunum at ríva seg leysar frá valdsharranum, tí tær eru ov smáar til at klára seg sjálvar. Var eg illur framanundan, gjørdist vreiðin uppaftur størri. Hevði maðurin ikki sitið handan skottryggumbúrið og samstundis vardur av anti-terrorlógini, sum gevur PET heimild til at halda einum persóni til fanga í upp til fleiri mánaðir, hevði maðurin fingið av at vita.

Við hesum í huga, gjørdist aftursvarið eitt lunkað ja.

 

I’m from here!

Kom annars snikkaleysur gjøgnum restina av trygdareftirlitunum, so eg var “all set to go”.Túrurin tvørtur um norðuratlantshavið tók átta og ein hálvan tíma, men tíbetur høvdu ferðafólkini í økonomiklassanum hvør sín sjónvarpsskíggja, so vit kundu dríggja tíðina við filmum og sjónvarpsrøðum. Imperialisturin varð skjótt gloymdur.

Afturat hesum kundu vit fylgja við felagssjónvarpinum, sum uppdateraði ferðafólkini, hvussu langt var eftir á mál, ferðina á flogfarinum, og hvar á knøttinum flogfarið var statt osfr.

Upplýsningarnir vóru hentir, tá ið eg prátaði við síðumannin. Hann greiddi frá, at hann arbeiddi við kemikaliir, at hann hevði verið í Kina, og nú skuldi hann til Washington D.C, áðrenn hann og daman fóru til Rhodos sunnudagin. Síðani spurdi hann meg, hvar eg var frá.

Í somu løtu broyttist myndin á felagsskíggjanum frá ferðini á flogfarinum til at vísa, hvar á knøttinum vit vóru.

“I’m from here,” svaraði eg honum.

 

Tá flugu vit omanfyri Føroyar!

 

Ja, tað er ein góður ide!

Strategiskt liggja Føroyar ómetaliga væl fyri. Bæði tá ið tað snýr seg um loft-, men so sanniliga eisini um sjóferðslu. Fleiri milliónir krónur ferðast framvið oyggjarnar um árið, men koma tíverri ikki samfelagnum til góðar. Tískil er at fegnast um, at løgmaður hevur boða frá, at landsstýrið arbeiðir við møguleikanum at yvirtaka loftrúmið. Janus Rein, løgtingslimur fyri Framsókn, hevur roknað leysliga upp á tølini, og hann metir, at Føroyar kunnu árliga fáa upp ímóti 100 mió. kr. við at yvirtaka loftrúmið, umframt at tredivu vitanartungstørv verða skapt í landinum. Hendingin í Kastrup vísir somuleiðis, at danir eru farnir at hugsa meir um ríkisfelagsskapin, síðani løgmaður og forsetin í Grønlandi greiddu frá teirra sjónarmiðum um ríkisfelagsskapin í greinarøðini hjá Politikken. Tískil skilji eg óttan hjá eftirlitsmanninum, tá ið hann spyr, um tað ein “god ide”, um Føroyar gerast sjálvstøðugar, tí tá fara danir frá at vera stórar og knáar til lítlar og smáar.

 “Det er ikke en god ide” fyri Danmark og eftirlitsmannin, men teirra støða í altjóða samfelagnum skal ikki vera uppá bekostning av okkara inntøkum og sjálvræði.

 

Tað kann til síðst nevnast, at danir skulu sjálvandi ikki skerast yvir ein kamb, men eg verði so spinnandi óður, tá ið fólk viðfara okkum á ein so forhánisligan hátt. Hevði av góðum orsøkum ikki stundir til tað í Kastrup, men mítt aftursvar hevði verið grunda á omanfyri nevndu grundevingum.

 

Hanus Samró

Løgtingslimur fyri fólkaflokkin