Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er ætlanin at víðka um dagtilboðið í barnapsykiariini

2020-02-12 11:55

Er ætlanin at víðka um dagtilboðið í barnapsykiariini

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen um víðkan av barnapsykiatriska dagtilboðnum.

1 Hvørjar ætlanir eru at víðka um virksemið í barnapsykiatriini, so dagtilboðið verður eitt samdøgurstilboð ?

2 Hvussu er støðan við bíðilistum í barnapsykiatriini ?

Viðmerkingar;

Í fjør fingu vit loksins eina barnapsykiatriska deild. Í fyrsta umfari eitt dagtilboð. Lagt er upp til, at dagtilboðið við tíðini skal víðkast til eisini at vera tøkt vikuskifti og kvøld, og tá ið tað er neyðugt og ber til eisini eitt døgntilboð.

Barnapsykiatriin er ment sera nógv seinastu árini, og starvsfólkaorkan og virksemið er økt nógv. Hetta hevur eisini verið bæði tiltrongt og neyðugt. Vit hava nú uppbygt eitt væl skikkað starvsfólkatoymi, sum ikki bert ger útgreiningar av børnum, men eisini kann hjálpa við viðgerð. Góðir førleikar eru bygdir upp, so virksemið allatíðina kann víðkast og mennast. Og fysisku karmarnar eru bøttir munandi. Tí er spurningurin, hvørjar ætlanir eru at víðka um virksemið á hesum týdningarmikla øki, so børn og ung kunnu fáa enn betri hjálp og viðgerð so tíðliga í lívinum sum tilber.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi