Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Enn hava tit tíð

2014-02-27 15:02

Enn hava tit tíð.

Tíðin stendur ikki i stað. Tað eru nokk fleiri, ið enn ikki hava valt til Umboðsráðið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Orsøkirnar eru ymiskar.

· Ein orsøk kann verða at hetta er fyrstu ferð at allir tryggingartakari fáa sendandi bræv við atkvøðuseðlinum í. Skiljandi er at, tá nýggjar mannagongdir verða settar í verk, so kann tað ørkymla fólk. Men sum tíðin gongur, so verða fólk oftani glað fyri broyttar mannagongdir.

· Ein onnur orsøk kann verða at ræðumyndirnar, ið eru blivnar vístar at hesum valinum, hava hildið fólki frá at gera sína skyldu at greiða atkvøðu.

· Ein triðja kann verða at nøkur fólk ikki hava nóg stóran áhuga til at velja – hví so er, kann hava ymiskar orsøkir.

o A) Fólk eru ónøgd.At fólk eru ónøgd, skuldi verðið nóg stór og góð orsøk til tikið seg saman at valt eitt umboð, ið kundi verði uppstilla fyri fyrstu ferð.

o B) Fólk eru nøgd. At fólk eru nøgd, skuldi verðið orsøk til at valt eitt av verðandi limum.

o C) Fólk eru líkaglað. At fólk eru líka glað, so er orsøk at velja nýggj umboð.

· Ein fjórða orsøk kann verða at fólk ikki hava verðið heima vegna arbeiði. Tað átti at verði møguligt at valt á ein anna smidligari hátt. Eit háttur er brævatkvøður, sum vit kenna tær í dag, onkur heilt onnur skipan kundi eisini verðið nýtt. Her hugsi eg um e-atkvøðu ella okkurt líknandi.

  • Eru tit nøkur av hesum, so hava tit enn tíð at velja.

Eg fari at heita á allar tryggingartakarir, ið enn ikki hava greitt atkvøðu, um at fáa atkvøðuseðilin útfyltan og fáa brævið posta ein av komandi døgunum.

Gott val øll somul.

Vinaliga

Niels Olaf Eyvindsson

Umboðsráðvalevni


Enn hava tit tíð.docx