Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Embætismann ella politikara.

2019-05-28 13:08

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi vil atkvøða og siga tað, sum ein og hvør samgonga í Føroyum vil hava hann at siga og atkvøða.  

Jamen, tað ljóðar jú rættiliga sympatiskt og loyalt, og er sikkurt lætt nokk.

So loyalt og lætt, at flokkurin nýtist hvørki at taka støðu til samband ella loysing, til høgra ella vinstra.

So loyalt, at hann skal bara spyrja samgonguna í Føroyum, hvat hann skal meina á Fólkatingi. 

So loyalt, at tá ið Javnaðarflokkurin í Føroyum vísir tenn, og sigur seg heldur fara í andstøðu enn samstarva við Fólkaflokkin, so vil umboðið hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi fegin verða boðberi hjá hesum sama Fólkaflokki, og atkvøða júst, so sum Jørgen og co siga. 

Tá so er, so vil loyaliteturin,- sum í síni natúr er rættiliga sympatiskur - , taka politisku tenninar úr fólkatingsmanninum. Tann fólkavaldi Javnaðarmaðurin á Fólkatingi skal jú hvørki vera Sambandsmaður ella Tjóðveldismaður, hvørki vera til høgru ella vinstru.  Hann skal bara vera ein loyalur embætismaður á Christiansborg; - sum tó bara í mun til hinar embætismenninar harniðri hevur atkvøðurætt inni í tingsalinum. 

Og tíverri, so var tað altso ikki tað, sum fólkaræði vildi við parlamentarikarum. Heldur ikki teimum, sum sita á Fólkatingi.  

Á fólkatingi sita parlamentarikarar valdir av fólkinum, umboðandi flokkar og skulu atkvøða eftir síni egnu sannføring.  Hetta skulu teir sambært donsku grunnlógini (og føroysku stýrisskipanarlógini, um man vil!) og eiga tí ikki at lata seg fjarstýra av øðrum flokkum og øðrum sannføringum.

At fólkaræðið er undir trýsti, tað hava vit hoyrt so mangan seinastu fáu árini.   Men at ein Javnaðarflokkur í Norðurlondum lat seg freistast av hesum lættkeypta politikkinum, - tað kann undra. 

   

Annita á Fríðriksmørk.