Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elorkuøkið skal skipast við umhugsni

Kjakið millum meg og Magna Laksáfoss seinastu dagarnar snýr seg um, hvørt tað er skilabest, at vit øll eiga elskipanina sum ein tryggan part av okkara almenna undirstøðukervi, ella um vit fullkomiliga skulu lata skipanina upp við teimum møguligu avleiðingum, at prísurin hækkar, og trygdin lækkar

Tá politikarin Magni Laksáfoss kennir seg útspiltan av mær, so skal eg nokk vanda mær um orðini og ikki traðka hann á halan hesaferð.

Tað kemur greitt fram, at málið, sum Laksáfoss og Sambandsflokkurin hava lagt fyri tingið, er ein roynd at liða okkara vælvirkandi elskipan sundur. Uppskotið inniheldur ikki møguleikan at kanna, um tað í roynd og veru kann vera skilabest at varðveita verandi elskipan á almennum hondum sum ogn hjá kommununum og sum ein part av almenna undirstøðukervinum.

Laksáfoss heldur meg hava misskilt nakað um markið hjá ES um, at avbyrgd mikrosamfeløg – t.e. elorkuøki minni 500 GWh – kunnu haldast uttan fyri kapping. Eg vildi við hesum staðfesta, at markið er sett her, tí tað er truplari at skipa kapping innan elorku á smáum avbyrgdum elorkuøkjum. Nógv bendir eisini á, at markið eftir øllum at døma verður verandi her í framtíðini, tí tað er als ikki vist, at kapping er gagnlig fyri hesi smáu avbyrgdu øki á sama hátt sum á stóra evropeiska elmarknaðinum, ið er bundin saman í eina stóra elskipan. Tað haldi eg, er kjarnin í júst hesum partinum av elkjakinum, sama um tað finnast smáøki, sum er liberaliserað ella ikki.

Tað er nevniliga ikki vist, at kapping og liberalisering eru altvaldandi loysunarorð innan elorku í Føroyum, sum liggja avbyrgdar frá meginlandinum, og sum harvið ikki kunnu keypa streym á stóra evropeiska elmarknaðinum, tá ið á stendur. Vit skulu klára okkum sjálv og lofta okkum sjálvum. Á elorkuøkinum hava vit brúk fyri støðufesti og tryggleika, umframt at elprísurin ikki hækkar – tað er bæði gagnligt fyri vinnulív og borgarar. Samstundis skulu vit byggja út við grønum orkukeldum og halda øll trygdarkrøv í elskipanini.

Elorkuøkið er longu liberaliserað so mikið, at vindorkan verður boðin út, brúkarar kunnu seta upp smáverk bæði innan sól, vind og vatnorku, roknskaparliga eru net og framleiðsla hjá SEV skild sundur, eins og vindmyllulundirnar liggja í sjálvstøðugum partafeløgum. T.v.s at tað ber til hjá øðrum at verða virkin innan elframleiðsluna í ávísan mun. Um vit skulu liberalisera meira, so skulu umfatandi broytingar gerast í allari skipanini fyri at tryggja, at javnvág er í elskipanini 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið.

Onkur skal hava ábyrgdina alla tíðina, eisini tá tað skortar við vindi, ella tá t.d. brek eru í onkrari framleiðslueind. Okkara interkommunala elfelag syrgir hvønn einasta dag fyri, at elskipanin lýkur øll tey strongu krøvini, sum eru til hetta virksemið. Ein full liberalisering krevur eina umskipan við t.d. nýggjari – og eftir mínum tykki – størri elumsiting og góðskutrygging – tað systemið, sum vit longu hava í interkommunala Elfelagnum SEV. Samstundis sum hesin parturin av elskipanini liggur í tryggum hondum, eru grønar útbyggingar settar út í kortið, har SEV hevur útvegað bíliga fígging til framtíðar íløgur, tí fíggjarveitarar hava stórt álit á okkara trygga elfelag, sum megnar at seta pengar av til framtíðar íløgur í eina grøna elskipan.

Eg skilji ikki, at Laksáfoss og hansara partamenn hava slíkan skund at skula skilja sundur tann partin av elorkuøkinum, sum liggur í tryggum hondum og riggar væl. Um Magni Laksáfoss og Sambandsflokkurin veruliga meina, at teir ynskja einar grønar Føroyar, so áttu teir at hugt nærri at, hvussu vit fáa brúkararnar við á grønu kósini, heldur enn at fara eftir tí partinum, sum er vælvirkandi.

Sum áður nevnt, er nógv annað er at taka fatur á í royndunum at grønka Føroya land – m.a. hitapumpumarknaðurin, elbilar, sólskipanir o.s.fr. Alt er partur av orkuskiftinum, sum ætlandi skal fara fram í Føroyum. Privata vinnulívið kann vera við í nógvum av hesum. Men Laksáfoss og sambandsmenn vilja eksperimentera við vælvirkandi og tryggu elskipanini, sum vit øll eiga, hóast tað kann hava við sær hækkandi prísir, tí privatir skulu tjena upp á elframleiðslu og sølu, og ótryggleika, tí vandi er fyri, at ov nógv órógv á einum so lítlum og avbyrgdum elorkuøki kann ganga út yvir elgóðskuna.

Her skal farast fram við umhugsni, og tí eiga vit at fáa eina kanning, sum gjølla lýsir, hvat skilabest er at gera fyri at menna elorkuøkið, samstundis sum elprísurin ikki hækkar. Eina kanning, sum lýsir møguleikarnar við verandi skipan við SEV sum einum sterkum og tryggum elveitara og netumsitara, og sum eisini hyggur eftir, um fyrimunir kunnu vera at fremja eina hóskandi liberalisering av elorkuøkinum.
Eg haldi, at tað hevði sømt seg fyri Magna Laksáfoss, um hann mælti til eina kanning, sum metir um báðar møguleikarnar í okkara avbyrgda oyggjalandi, heldur enn einvíst at miða eftir at liða SEV sundur.

Vinaliga
Bogi Andreasen,
býráðslimur í Tórshavnar kommunu
og fyrrverandi næstformaður í SEV