Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ellis- og røktarheim í Kollafirði

2020-09-10 18:37

Nú borgarstjórin í Tórshavnar kommunu so bragdlig er í miðlunum, og vísur á allar betringarnar á eldraøkinum, so er hóskandi at spyrja, hvussu verður eldraøkið í Kollafirði raðfest?

Og tað stutta svarið er, at tað verður ikki serliga høgt raðfest. Bæði avgreidd mál og framtíðar mál verða nevnd í skrivinum frá borgarstjóranum, og ikki eitt orð um eina loysn á avbjóðingunum í Kollafirði.

Vit hava í áravís víst á, at Eldrasambýlið í Kollafirði er fullkomuliga ótíðarhóskandi. Bygningurin sjálvur er eitt sethús, sum er um- og útbygt fyri at nøkta ein bráðtørv, sum einaferð hevur verði. Har eru trappur og krókar og illa atkomulig kømur. Avbjóðandi og absolut ótíðarhóskandi umstøður bæði fyri búfólk og starvsfólk. Tíðin er langtsíðani farin frá tílíkum umstøðum til okkara eldru borgarar og tær heitu hendurnar, ið eru um tey.

Ætlanin við einum nýggjum ellis-og røktarheimi í Kollafirði er ikki nýggj. Tá eg kom í staðbundnu nevndina í Kollafirði fyri 4 árum síðani, var hugskotið longu gamalt. Vit hava so roynt at spyrja og trýsta, fyri at fáa upplýst hvar málið liggur og fáa gongd á tað. Ætlanin um byggingina er komin á onkra skrá, men er slept og útsett allatíðina. Her er tað raðfestingin kemur upp í spælið. Og hon hevur ikki verði til fyrimuns fyri byggingina í Kollafirði. Nógv annað er komi framum innan eldraøkið í kommununi, og útfrá lesarabrævinum frá borgarstjóranum, so er enn eingin raðfesting gjørd av eldraøkinum í Kollafirði.

Vit hava góð økir tøk í Kollafirði at staðseta eitt ellis- og røktarheim. Tað er bara at koma í gongd við planlegging og bygging.

Bygging av ellis- og røktarheiminum í Kollafirði skal ovast á raðfestingarlistan innan eldraøkið í kommununi.


Niels á Reynatúgvu

Valevni fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu