Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eldraøkið – hvar fara pengarnir?

2013-09-04 22:03

Eg havi sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hesar spurningar um, hvussu játtanin til eldraøkið verður brúkt.

1. Hvussu nógv eldri fólk hava tørv á tænastum frá Heimatænastuni undir Nærverkinum?

2. Hvussu stórur partur av samlaðu játtanini til eldraøkið fer til umsiting av teimum tænastum, sum Heimatænastan veitir eldri borgarum?

3. Hvussu stórur partur av samlaðu játtanini fer til beinleiðis tænastur og røkt til eldri?

4. Hvussu er prosentbýtið av lønarútreiðslunum hjá Heimatænastuni til ávikavist leiðarar og eftirlitsfólk øðrumegin, og til vanlig starvsfólk, sum arbeiða við beinleiðis røkt og tænastum til eldri, hinumegin?

Fjølmiðlarnir hava seinastu mánaðirnar borið frásagnir um ringu støðuna á eldraøkinum, og hesar frásagnir hava verið lítið hugaligar.

Trupulleikar eru at finna ta neyðugu fíggingina til eldraøkið. Sparingar á eldraøkinum hava rakt meint, bæði okkara eldru borgarar, sum hava tørv á røkt, teirra avvarðandi og starvsfólk, sum arbeiða á eldraøkinum.

Á leið 6.500 fólk í Føroyum eru eldri enn 67 ár. Og størsti parturin av hesum fólkum hava eina góða heilsu og klára seg sjálvi. Men tey, sum hava tørv á røkt, skulu fáa neyðugu røktina, so at tey framhaldandi kunnu hava eina virðiliga tilveru.

Í fleiri førum tykist hetta ikki at vera so. Avvarðandi rópa varskó um ringu støðuna, og nógv starvsfólk, sum arbeiða á eldraøkinum, kenna seg alt meira máttleys, tí hóast tey renna so skjótt, tey eru ment, gerst tað alt meira torført at veita teimum eldru ta neyðugu røktina.

Spurningurin er so, um nóg stórur partur av játtanini til eldraøkið fer til beinleiðis røkt, har tørvur er á hesum. Í einum so lítlum samfelagi sum okkara er neyðugt at skipa bygnaðin á ein slíkan hátt, at so stórur partur av játtanini sum gjørligt fer, har peningurin er ætlaður – til beinleiðis røkt av okkara eldru.

Tí verður hesin fyrispurningur settur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Sjálvstýrisflokkin, 23. august 2013