Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eldraøkið komið á røttu hill

2015-01-27 22:48

Eftir langa og drúgva viðgerð og politiska umrøðu, er eldraøkið loksins latið kommununum at umsita frá 1. jan. í ár at rokna. Tær atfinningarsomu røddirnar hava dúgliga ført fram, at við at lata kommununum eldraøkið, hava landsins myndugleikar kasta alla ábyrgd frá sær á eldraøkinum, fyri síðani at lata hetta upp í hendi á einum heldur ivasomum myndugleika sum kommunurnar. Støðan er tó tvørturímóti tann, at landið hevur ásannað tað, at soleiðis sum ábyrgdarbýtið millum land og kommunur hevur verið, eru okkara eldru tíverri í mongum førum dottin niðurímillum tveir myndugleikar, og har tað hevur verið trupult at fáa tænasturnar til okkara eldru at virka á fullgóðan hátt. Hetta bæði síggja og hoyra vit um í miðlunum, og styrkir hetta meg bara enn meira um, at avgerðin hjá Landsstýrinum og hjá einum breiðum meiriluta av løgtinginum var røtt, um at lata kommununum eldraøkið at umsita.

Fíggjarliga kann man ikki siga, at økið er niðurpínt, men tíverri sær ikki út til, at økta fíggingin er komin okkara eldru til góðar. Eftir mínum tykki skyldast hetta millum annað, at økið hevur verið ábyrgdarliga og skipanarliga ómetaliga fløkt, og raksturin av somu orsøk ikki verið nóg skynsamur.

Tískil gjørdi Landsstýrið av at fáa greiðu á hesu ábyrgdarligu fløkju við at leggja alt økið undir ein og sama myndugleika til tess, at vald og gjald kundu fylgjast at, og at tænasturnar kundu koma nærri okkara eldru. At kommunurnar fara at røkja hesa ovurstóru og týdningarmiklu uppgávu á fullgóðan hátt, eri eg onga løtu í iva um. Kommunurnar hava prógvað, at tær megna at loysa stórmál og røkja týdningarmiklar uppgávur, sum landið hevur latið teimum, so hví skal tað verða øðrvísi galdandi, tá ábyrgdin kemur til okkara eldru?

Kommunurnar hava longu nú víst stórt fyritakssemi, og lagt nógva orku í at fáa økið at virka væl til sjálva yvirtøkuna, og eiga føroysku kommunurnar rós fyri stóra áhugan, eldhugan og arbeiðinum, tær longu nú hava sýnt økinum. Tað er eitt bragd, at føroysku kommunurnar hava megnað at finna saman í 8 kommunal samstørv til tess at vera enn betur fyri at lyfta hesa risa stóru uppgávu. Dagliga hoyra vit útmeldingar frá hesum somu samstørvinum um áhugaverdar ætlanir og nýhugsanir um tilboð og tænastur til okkara eldru, alt fyri at bøta um viðurskiftini og og umstøðurnar hjá okkara eldru.

Fyrsta føroyska eldralógin skal standa sína roynd
Fortreytin fyri lívsgóðsku er, at vit sum menniskju, ung sum gomul, hava ávirkan á okkara egna lív. Tískil var tað umráðandi fyri meg, at fáa ásetingina um sjálvsavgerðarrættin hjá okkara eldru staðfest í endamálsorðingini í eldralógini. Mítt politiska ynski við hesari orðing er, at okkara eldru skulu hava ávirkan á sín gerandisdag, óansæð um tað er heima við hús, ella tað er á einum eldraheimi. Sostatt skulu kommunurnar eisini tryggja at okkara eldru verða hoyrd tá týðandi umskipanir og bygnaðarbroytingar verða framdar, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum, og til tess at tryggja ávirkan og samstarv millum húsfólkini, tey avvarðandi og heimið skal samstarvsráð veljast á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli. Við tað at eldraøkið er komið undir ein og sama myndugleika, verður nú møguligt hjá kommununum at veita okkara eldru eina heildartænastu, sum tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka. Endamálið við heildartænastuni er at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarligu og likamligu heilsuna og trivnaðin hjá borgaranum, at endurmenna mistan førleika, at stimbra møguleikan hjá tí einstaka at klára seg sjálvan, og at veita røkt og umsorgan. Lógin ásetir, at allar avgerðir um tilboð og tænastur til okkara eldru skulu taka støði í einari fakligari tørvsmeting, og at borgarar við størsta tørvi, persónligari hjálp, røkt ella stuðli, fáa í boði eitt samskipað heildartilboð. Semja er millum partarnar at skipa eftirlit við eldraøkinum, soleiðis at øll kunnu kenna seg trygg við, at økið verður rikið forsvarliga. Kunngerðin um eftirlit verður send til hoyringar í næstum. Av tí at hetta er okkara fyrsta føroyska eldralóg, so er tað ikki óhugsandi, at dagføringar og tillagingar fara at koma við tíðini.

Eg meti tað tó vera umráðandi, at kommunurnar fáa høvi og møguleika at umsita økið eftir teimum ásetingum sum eru í lógini, áðrenn byrjað verður við at seta enn fleiri krøv.

Nú eldraøkið er vorðið kommunalt, so er størsta almenna nýskipanin vorðin veruleiki, har uml. 1000 starvsfólk eru komin undir ein og sama myndugleika. Gamaní verða tað nógvar avbjóðingar hjá teimum 8 kommunalu samstørvunum at loysa bæði nú og framyvir. Tað verða uttan iva fleiri “barnasjúkur” til at byrja við, men eg eri sannførd um, at við tíðini kemur eldraøkið at liggja í einari tryggari legu. Eg ynski kommunum hepna hond við arbeiðinum, og takk fyri sera gott samstarv um útleggingina, sum bert hevur havt eittans endamál, at betra um korini og tænastuna hjá okkara eldru.

Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum