Eldraøki gimsteinurin í vælferðarsamfelagnum

 Ein kend sjónvarpsrøð eitur ”Gimsteinurin í krúnuni”. Heiti vísir til, hvussu stóran týdning eingilsmennn mettu India hava í tí enska hjálandaveldinum. Tað er ongin ivi um, at eldraøki er hjarta í vælferðarsamfelagnum. Heitar hendur syrgja fyri at hjarta, kann hava tað gott, hóast tað kanska ikki slær so skjótt, sum í ungum árum.

Tey sum vóru á arbeiðsmarknaðinum undan okkum hava, við sínum høvdum og hondum, skapt henda gimsteinin. Ein gimsteinur, ið tryggjar okkum, at tá ið vit hava gjørt okkara fyri vælferðarsamfelagið, so hava vit rætt til fíggjarligan stuðul á ellisárum og rætt til hjálp frá heitum hondum.


Hava ikki valt privatu loysnina

Vit hava ikki valt eitt samfelag, har hvør skal sæta sær, bæði meðan vit eru ung og røsk og tá ið mátturin svíkur. Tí vit ynskja ikki eitt samfelag, har tað er trupuleikin hjá tí einstaka, um og hvussu vit klára okkum, tá ið vit ikki orka longur. Hetta samfelagi hava vit føroyingar higartil sagt nei til, og eg eri vís í, at tey allarflestu av okkum, framvegis siga nei til hetta samfelagið.

Vit ynskja felagsskapin, tí tað er so nógv lættari at lyfta, tá ið vit eru fleiri um tað. Tað er so nógv tryggari at vitað, at tá ið vit eldast so eru vit fleiri, enn bara tú og eg, hvør sær, ið standa aftanfyri og tryggja okkum tær tænastur, ið vit kanska koma at hava brúk fyri.


Stórar avbjóðingar fyri framman

Ein gimsteinur skal pussast javnan, um hann skal halda á at skína. Eldraøki hevur ikki altíð verið handfari líka væl, seinnu árini hevur tað nærmast verið misrøkt. Stórar sparingar hava verið framdar. Tíðirnar broytast, krøvini og hugsanin um hvussu bjart gimsteinurin skal skína eru broyttar. Stóra avbjóðingin er, at fáa gimsteinin at lýsa og skína, í framtíðini undir broyttum umstøðum.

Samgongan velur ikki og ynskir ikki at taka hesa avbjóðingin á seg. Heldur tvørturímóti, hon velur at flyta gimsteinin til nøkur onnur at taka sær av. Hesi, ið skulu taka sær av gimsteininum, fáa hann í føvningin, júst í tí líki sum hann er í.


Gevi kommununum ein kjans at menna eldraøki

Tey ið nú tveita gimsteinin frá sær, siga onki um, at tey, ið nú skulu ansa honum skulu halda hann vakran og skínandi. Tað er heilt upp til nýggju eigarnar at gera av, um teir velja at viðlíkahalda og menna gimsteinin, ella tey lata hann vera óbroyttan. Tað verður enntá sagt, at tað er gott, um nøkur velja at handfara hann betur, enn hann er í dag, og í lagi, at onnur lata hann vera í sama standi sum hann var, tá ið tey fingu hann.

Eg eri vís í, at tey sum nú fáa gimsteinin í varðveitslu ynskja at fara væl við honum. Trupuleikin er, at samgongan ikki leggur upp til, at kommunurnar fáa tað ið skal til, fyri at gimsteinurin skal skína langt inn í framtíðina. Tí eiga vit at syrgja fyri, at gimsteinurin verður handaður kommunum, á ein hátt sum gevur møguleika fyri at menna hann.


Minstukrøv til útlegging

Tað besta er at landið legði upp fyri fíggjarliga, so møguleiki er at halda eitt javnt tænastustøði kring alt landið. Tað eigur at greinast nærri hvat tænastustøðið ætlanin er at veita og trygd fáast fyri at fakliga dygdin er í lagi. Spurningurin um ognaruppgerð millum kommunur má loysast. Tað eigur at verða ásett í lógini at røkt og umsorgan ikki kann privatiserast. Peningurin, ið fylgir við, eigur at verða í samsvari við hvat eldraøki veruliga kostar og oyramerktur til eldrarøktina. Verða hesi krøv uppfylt, so kenna vit okkum tryggari við, at landið ikki bert kastar uppgávuna frá sær, men hevur skipað so fyri, at fortreytirnar fyri at loysa uppgávuna væl, veruliga eru til staðar.


Eyðgunn Samuelsen tingkvinna