Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

El bussar - Roskilde og vit

2019-02-08 15:34

Í hesum døgum fer fram útboð av hvør skal reka okkara busslinjur tey næstu 6 árini.

Tað er sera undranarvert at onki verður sagt um el bussar. El bussar koyra i nogvum býum kring okkum.

Sum tann fyrsta kommunan í Danmark fer Roskilde tann 19 april at taka tað heilt stora grøna lopið, tá fara 20 ! el bussar at koyra á øllum linjum í Roskilde. 

Bussarnir verða framleiddir av kinversku verksmiðuni Yutong sum framleiðir 300 bussar um dagin, og sum hava eina sera framkomna battarískipan sum ger at tað verður ikki neyðugt við fleiri løðingarstøðum. Bussarnir koyra ein heilan dag uppá eina løðing og UMOVE hevur bygt eina felags løðistøð i Roskilde til hesar 20 teir fyrstu bussarnar. 

Danska felagið UMOVE sum rekur bussarnar sigur, at tað kostar minni at reka elbussarnar enn vanligu dieselbussarnar og tað er ongin dálking og teir er líka drifts sikrir og álítandi sum vanligu bussarnir. 

Tað eigur at verða ein sjálvfylgja at tað verða el bussar sum fara at koyra millum Runavík og Tórshavn og til og frá Flogvøllinum og annars á linjunum í Havn, Runavik og Klaksvík. Vit kunnu ikki bíða 6 ár til nýtt útboð verður, og kanska tá huxar onkur um el bussar. 

Frálíka lógarheimildin hjá Kristinu Háfoss sum gevur fyrimun til el bilar eigur eisini at umfata bussar. 

El bussar her á landi her og nú eru sjálvandi eisini eitt gott ískoyti til okkara vision um grønu Føroyar 2030 og Samferðsluráðið og Heðin Mortensen mugu fylgja við grøna rákinum, okkara samfelagi at gagni 

Johan Mortensen