Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt varskó til landsins myndugleika.

Sum forkvinna í eldranevnd Tórshavnar býráðs, má eg enn einaferð rópa varskó.

Vit hava víst á, at okkum tørvar fakliga framdrift og at okkum tørvar fleiri útbúgvið fólk innan eldrarøkt.

Vit hava víst á, at eitthvørt eigur at verða gjørt, soleiðis at fleiri útbúgva seg norðanfjørðs, tí verandi tilboð, sunnanfjørðs, ikki hevur verið nøktandi, í so máta.

Til ber at undrast yvir hví so er, at fólk ikki flytur til útbúvingarstaðið, men hetta fáa vit ikki brúkt til so nógv, og í hesi tíð við skjótt veksandi eldrahópi, er átroðkandi at arbeiða við og endurskoða hetta útbúgvingartilboð.

Vit kunnu staðfesta, at síðani skúlin byrjaði í 2006, fram til dagin í dag, hava vit útbúgvið í lutfallinum á leið 1 til 4, sunnan- og norðanfjørðs. Hetta er ikki í samsvari við fólkatali, sum er á leið 1 til 10.

So sjónligt er, at hetta hongur ikki saman.

Vóni at landsins myndugleiki sær álvaran í hesi støðu og vóni tilboð, sum tænir eldrarøktini í øllum landinum.

Vit hava ikki tíð at bíða!

Vinaliga

Bergun Kass, býráðslimur