Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt sjaldan skitið bragd

2014-02-16 18:27

Eitt sjaldan skitið bragd

Uppskotið frá Bjarna Djuurholm, tingmanni, um, at Løgtingið skal lóggeva Bjarnasa røttu útgávu av stavraðnum ígjøgnum, hevur Hendrik Old, tingmaður, lagt fram.

Nú ræður bara um at fáa eina formliga fyrstu viðgerð av málinum, so verður tað beint í mentanarnevndina. Og sí! Hvør situr sum formaður har? Har situr Bjarni Djurholm, tingmaður, og tekur ímóti sínum egna uppskoti og fer at viðgera tað við vælvild. Brævið frá Bjarna til Hendrik, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur orðað, fer at fáa serstakliga góða viðgerð í mentanarnevnd løgtingsins.

Soleiðis ber til at arbeiða í løgtinginum. Soleiðis virkar valdsmisnýtsla eisini. Tú brýtur vanligar mannagongdir, tá ið tú ikki vinnur, og trýstir tínar egnu hugsanir ígjøgnum við at misnýta tað vald, tú hevur fingið litið upp í hendur. Soleiðis gera tey valdssjúku, ið ikki kenna sær hógv og fara út um øll mørk.

Føroyska stavraðið er bara eitt málfrøðiligt mál. Tað er leyst av politikki, tíðarbundnum hugskotum og hugburði hjá fólki.

Stavraðið skal tí ikki verða viðgjørt á tingi. Tað er samtykt á tingi 12. mai 2012, at stavraðið skal ikki verða viðgjørt á tingi.

Men nú er tað kortini tingmál, tí Sjúrður Skaale og Bjarni Djuurholm og Hendrik Old ikki finna seg í, at málráðið ikki hevur somu áskoðan sum teir. Teir eru eirindaleysir í síni valdsmisnýtlu.

Vald korrumperarar. Hesir fiflararnir hava sitið so leingi við valdinum, at teir halda seg kunna gera sum teimum lystir.

Tann 12. Mai 2012 samtykti løgtingið løtingslóg um málráð.

§ 1. Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.

§ 2. Málráðið hevur til endamáls: 1) …2)… 3) at áseta føroyska stavseting

§ 5. Málráðið ger niðurstøður í málspurningum.

Málráðið knæsetti stavraðið í fjør. Hetta var grundarlagið, sum alt annað málsligt arbeiði skuldi verða grundað á. Tað varð greitt og ruddiligt, tað beindi fyri ivaspurningum og staðfesti stavsetingarloysnina, ið námsfrøðiliga er tann rættasta og tann einfaldasta.

Lóg við klausuli á, hvat lógarsmiðirnir halda, at ráðið skal halda

Tað ber ikki til hjá tinginum at samtykkja eina lóg við einum klausuli sum hesum: “Vit, sum hava samtykt lógina um málráð, halda, at málráðið skal gera sum vit halda. Vit halda, at danskt abc skal vera í gildi í Føroyum við føroyskum stavum uppií. “

Málráðið kom fakliga til aðra niðurstøðu og helt ikki tað sama sum tey, ið høvdu samtykt lógina. Fyri málráðið snúði tað tað seg um málfrøðiligar grundgevingar. Einki annað. Tí varð ongantíð gáað um, at valdshavararnir ætlaðu at trýsta ráðið at koma til ávísa niðurstøðu.

Men tað hevur verið ætlanin.

Ber hetta til, so tekur løgtingið seinastu sikringarnar úr okkara annars so illa tiltuskaða fólkaræði. Mørk eru eingi longur. Alt er flaknað. Alt ber til.

Ongar reglur virka. Treytin fyri at reglur rigga er, at tær verða virdar. Hjá okkum verða ongar reglur verða virdar, tí endar alt í kaos.

Stavraðið er grundarlagið undir øllum Málráðsarbeiðinum

Fyri at kunna áseta føroyska stavseting var neyðugt at hava stavraðið greitt fyrst.

Formliga avgerðin um stavraðið varð tikin, tí hon er grundarlagið undir øllum arbeiðinum, Málráðið skal gera. Øllum.

Og nú tosa vit ikki um hissini tíðarrák ella meiningar hjá einstaklingum, men eina ósvitaliga, eintýdda skipan, sum tryggjar, at alt skrivligt samskifti á føroyskum heldur seg til somu reglur. Her skal einki ivamál vera. Tú sært somu stavseting í orðabókum, skúlabókum, lógartekstum, almennum skjølum o.sfr. Sama hvussu føroyskt rekur, sama hvør ávirkanin er á tað, og hvussu tað gevur seg, er stavraðið grundfest.

Tað eiga øll at fegnast um, tí tað er tað akkersfestið, ið krevst, so ikki alt fer á glið, sum alt annað tykist fara her á landi.

Nú, fimm dagar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um seinastu nøvnini í nýggja atlasinum, kemur Hendrik Old, tingmaður, og sigur: Okur dáma ikki niðurstøðuna hjá Málráðnum, tí fara vit tingfólk at taka tykkum av ræði og atkvøða okkara meining ígjøgnum í tinginum, hóast tingið hevur samtykt og staðfest í lóg, at hetta ikki skal verða viðgjørt í tinginum.

Ber tað til?

Vit hava sæð nógv dømi um valdsmisnýtslu hesi árini, Kaj Leo hevur sitið í evsta embæti landsins. Valdsmisnýtsla verður hildin skákmát við sterkum løgmanni. Føroyar hava ongantíð havt so veikan løgmann, og tað sæst eina best á tí valdsmisnýtslu, sum nú breiður seg sum krabbi í allari skipanini.

Ein og hvør kritlari sleppur at fremja síni lokabrøgd.

Reglur, ið ikki verða virdar, eru einki verdar.

Hvør kann garantera, at tað er í lagi, at reglurnar ikki verða hildnar? Løgmaður. Løgmansembætið, sum eigur at síggja til, at reglurnar verða hildnar, er nú vorðið embætið, ið tryggjar, at tað er í lagi, at reglur ikki verða hildnar. So langt er tað komið. Kritlararnir hava góðar dagar, tí teir vita, at eftirlit er einki við nøkrum longur. Hetta man vera tað næsta, vit kunnu koma einum skin-demokratiskum anarkii.

Jonhard Mikkelsen