Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Petur Martin Frederiksen

Eitt sindur um tunlarnar Norður um Fjall

Tunlarnir norður um Fjall er einasta atgongd til norðara part av Føroyum. Tað er Viðoy, Fugloy, Svínoy og norðara part av Borðoy. Har liggja bygdirnar Hvannasund, Viðareiði, Norðdepil, Depil, Norðtoftir, Múla, Árnafjørður, Hattarvík, Kirkja og Svínoyarbygd. Umleið 900 fólk tilsamans búgva í hesum bygdum.

Tunnil

Ár

Longd (m)

Breidd (m)

Hædd (m)

Árnafjarðartunnulin

64-66

1680

2,80

3,10

Hvannasundstunnulin

66-67

2120

2,80

3,10

3800

Tunlarnir hava smalastu breytina av øllum tunlum í Føroym (2,8 m), eisini smalari enn Hvalbiartunnilin (3,3 m) sum var boraður áðrenn tunlarnir norður um Fjall. Hetta eru eisini lægstu tunlar í Føroyum, við einans 3,1 m hædd.

Tunlarnir hava bert eina breyt, tí má mótkoyrandi ferðsla halda av, tá ið bilar møtast. Møtiplássini eru ymisk í stødd og summi kunnu bara hýsa einum bili. Tí er tað javnan at smærri og størri ferðsluproppar koma í tunlarnar.

Tunlarnir hava eingin ljós, tí at tað er ov lítil pláss í tunlinum. Í dag eru rýmingarljós skrúvað á veggin í tunlunum. Av tí, at tað er trongt í tunlunum, er tað avmarkað hvussu væl telefonsambandið riggar í tunlinum, eru nógvir bilar inni samstundis kann sambandið gerast heilt vekk. 50 ára gomlu tunlanir hava ongantíð haft útvarpssamband

Tað er lætt at lýsa trygdina, har er eingin. Umleið 50 ungdómar fara við bussi til Klaksvíkar í skúla og heimaftur hvønn gerandisdag. Bussurin er 2,55 metrar breiður, og breytin er 2,80 metrar breið. Tað gevur seg sjálvt, at har er einki at geva av. Tað er nóg illa pláss at fáa hurðina upp á bussinum, og sera torført at fáa avskipað øll hesi fólkini í einari so trongari støðu, har tíðin er óhugnaliga knøpp. Bara minuttir.

Ein greið niðurstøða av trygdarvenjingum, sum hava verið, er, at tað er ikki forsvarligt at senda sløkkiliðsfólk inn at sløkkja, um tað kemur eldur í, tí at hitin sleppur ikki burtur og fer tí upp um 1000 stig celsius.

Tunlanir liggja umleið 80 til 95 metur upp frá sjóvarmálanum. Tann langa tilkoyringin til tunlanir og stutta millum tunnlanir eru sera torførar at koyra, tá ið kavi er.

Miðal ferðslan í 2017 var 1311 bilar um dagin, ið er nógv tað mesta fyri ein einsporaðan tunnil í Føroyum
Eftir at tunlanir vórur lidnir í 1967 og byrgingin um Hvannasund kom nøkur ár senni, valdu nógv at seta búgv í bygdunum norðanfyri, serliga seinast í 70'inum og fyrst helvt av 80'inum vórðu sera nógv hús bygd. Tá hevði man longu staðfest, at tunlanir vóru ov smáir og vandamiklir til tørvin. Onki ljós, ongin trygd, nógv gass og ferðslan var økt nógv, serliga vóru tað stórir bilar, sum vóru til ampa.

Heini O. Heinesen vísír í skrivligum fyrispurningi á, at longu í 1984 var fyrstu ferð tosa um at fáa tvísporaða breyt norður um fjall.

Í 1987 varð uppskot lagt fram á tingi um at gera tunnil við tveimum breytum, men einki hendi. Hóast óteljandi áheitanir um at bøta um viðurskiftini og at gera nýggjar tunlar hava verið frammi seinastu 30 árini, er framvegis einki hent.


Eftir aldarskifti komu tunlanir í verklagslógina sum nummar tvey á listanum. Karsten Hansen nevndi í tinginum, at tað bleiv lagt í kortið so tíðliga sum í 1999 at tunlanir skuldu gerast so skjótt tað var ráðiligt.

1. Hovstunnilin
2. Tunlar Norður um Fjall
3. Hvalbiartunnulin

Brádliga gjørdist Viðareiðistunnulin háaktuellur og tunlarnir norð um Fjall gjørdist nummar trý á listanum. Ein verkætlan uttan fígging og politiskan vilja.

1. Viðareiðistunnil
2. Hvalbiartunnulin
3. Tunlar Norð um Fjall

Í orðaskiftinum til tann skrivliga fyrispurningin frá Heina O. Heinesen 8.Mars 2011, kunnu vit hoyra bæði Jákup Mikkelsen, Eyðgunn Samuelsen og Bjørn Kalsø siga, at tað er rættast at gera viðareiðistunnulin fyrst. Hetta er ímóti betri vitan - tí tey gjørdu ímóti tilmælinum frá Landsverk. Tilmælið vísti á, at tað var meira ferðsla og fleiri óhapp. Hóast vit vita at Viðareiðisvegurin kann vera vandamikil, var og eru tað ikki hagtøl í benda á tað. Viðareiðisvegurin hoyrdi til klassan 0 til 0,75 óhapp/km/ár meðan tunlanir norð um Fjall hoyrdu til klassan 2 til 3 óhapp óhapp/km/ár.

Tey seinastu árini hava kommununar norðanfyri arbeitt uppá eitt uppskot at lata Norðoyartunnulin fíggja tunlanir norð um Fjall. Tað hevur verið roynt at fingið samgonguna at lagt uppskotið fram, men til fánýtis. 

Nú hevur andstøðan tikið uppskotið til sín. Tað næsta vit hoyra er, at Henrik Old vil at undirsjóðartunlanir skulu nýtast til at fíggja Strandferðsluna. Samstundis er tað komið fram, at suðuroyartingmenninir hava fingið klípt Famijinstunnulin ímillum Hvalbiartunnulin og tunlanir borð um Fjall.

Tað er ikki undarligt at fólk kenna seg so dyggjuliga svikin. Tíðin er langt síðan farin frá verandi tunlum og tað verður ikki bíðað eitt sekund meira. Landið mergsýgur alivinnuna norðanfyri tunlanir fyri fleiri hundrað milliónir um ári í tøkuvinningi, vinningskatti og ørðum. Men at unna íbúgvinum virðulig vegviðurskiftir hevur ikki hepnast, hóast fólk hava rópt í 30 ár.

Hjalmar Zachariassen







Keldur

Landsverk: Tunlar í føroyum

Filmbrot: Eldur kom í bussin hjá bygdaleiðum í Klaksvík

Ljóðbrot: Manni Waag “Eldurin var stórur”

29. Tunlar Eystur um fjall og til Viðareiðis, skrivligur fyrispurningur frá Heina O.Heinesen

5. Hvalbiartunnilin og aðrir ikki dagførdir eldri tunlar, skrivligur fyrispurningur frá Jenis av Rana