Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt sameint sjúkrahúsverk !

2019-08-07 22:04

Eitt av heilt stóru tøkunum, vit hava tikið, er at sameina sjúkrahúsini. Áralanga orðaskiftið, um hvørji sjúkrahús vit skulu hava, og hvat skal gerast hvar, er farið. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri fólkið í Føroyum. Tí í dag kjakast vit ikki longur um matriklar og øki, men vit eru samd um at brúka og menna øll sjúkrahúsini. Sjúklingurin og viðgerðarmøguleikar eru tað, sum er í miðdeplinum, og tað savnar heldur enn at spjaða. Vit vilja menna samlaða sjúkrahúsverkið og gagnnýta tað til fulnar. Kjakið hevur flutt seg til at tosa um enn fleiri og betri tænastur til sjúklingin, um dygd í viðgerðunum, um útvegan av heilsustarvsfólkum, um viðgerðartrygd, um samstarv, um útbúgvingarmøguleikar og mangt mangt annað, sum alt kemur sjúklingunum til góðar.

Slíkar stórar og grundleggjandi broytingar taka tíð. Men vit hava eina greiða ætlan at arbeiða eftir. Vit hava eina ætlan yvir tilmæli at seta í verk og eru komin væl áleiðis við hesum. Eg ímyndi mær, at komandi 2-4 árini verður komið á mál við at fáa øll tilmælini framd. Vit eru komin væl yvir hálvan leið í arbeiðinum og hava longu sera nógv góð úrslit at vísa á.

Eg fari komandi dagarnar at vísa á hesi úrslit og greiða frá, hví tað er umráðandi, at hetta so týdningarmikla arbeiðið fyri hvørt einasta fólk í hesum landi má sleppa at halda fram. Tí menningin av heilsuverkinum loysir seg, og vit ynskja, at góða gongdin heldur fram. Tí fara vit til val uppá at skapa eitt enn betri heilsuverk.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi