Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt- og eitt hálvt ár barnsburðafarloyvi...

2019-08-19 14:08

 


At fáa børn í dag er eitt tilvitað val ein ger sær, ein týdningarmikil samfelagsuppgáva, og nakað við persónligt frælsi at gera. Vit eiga sum samfelag, at skapa møguleikan fyri, at hetta persónliga frælsi verður víðka soleiðis, at smábarnafamiljan fær møguleikan, og kann velja at ansa barni sínum heima við hús, inntil tað er 1½ ár.
Sum er bera vit 1 ára gomul børn, og í einstøkum føri yngri smábørn á stovn, og har byrjar eitt mikið annarleiðis barnlív, enn tað tey hava havt saman við nærmasta persóni heima við hús, har annað, ella bæði foreldur eru um nýføðingin og smábarn teirra. Hetta skifti og fyribrigdi hevur heitið dupult-sosialisering, t.v.s. at námsfrøðingar og hjálparfólk eru um okkara minstu rættuliga nógvar vaknar tímar í gerandisdegum, frá tey eru 1-3 ár. Í turrum tølum vil hetta siga at eitt barn er á stovni, oftani ímillum 6-7 tímar dagliga, 5 dagar um vikuna, alt ári. Siga vit, at arbeitt verður áleið 200 dagar um ári, er eitt lítið barn ímillum 1-3 ár, í fremmandum og skiftandi hondum, allar hesar dagar og vaknu tímar í 2 ár.
Eg ivist ikki eina løtu í at okkara fakfólk, námsfrøðingarnir og hjálparfólk gera eitt dygdargott og professionelt arbeiði, og eru um hesi børn, so væl sum tey megna, MEN vit vita eisini:
• At tað kann knípa við at yvirhalda tilmælinum um normering og at ov fá fólk eru til arbeiðis. Fylgjurnar eru at einstaka lítla barni fær ikki nøktandi tilknýti, har eru ov “fáar heitar hendur” til at røkka ov nógvum samstundis.
• Nógvir stovnar hava eina yvirvág av ófaklærdum hjálparfólki í mun til útbúnar námsfrøðingar (§ 8. Stk.4. í dagstovnalógin sigur 1/3 kann vera hjálparfólk, og 2/3 skal vera fakfólk – oftani er starvsfólkahópurin settur saman øvugt)
• Menningarsálarfrøði og gransking vísa á at eitt lítið barn hevur brúk fyri støðugari umsorgan og relatiónum, serliga fyrstu 3 árini, sum í flestu førum bara foreldur kunnu geva teimum. Hetta er ikki nakar kritikkur av okkara professionellu starvsfólkum, men ein sannroynd, at á stovni eru børn eitt objekt fyri arbeiði, har ein sekunder sosialisering fer fram, og barni er ikki tann serstakið
persónurin, smábørn eru heima við hús, har familjan og tey nærmastu hjúkla um smábørn teirra (primer sosialisering).
Politiska valdið eigur at taka hendan spurningin upp, um tíðin ikki er komin, at bera so í bandi, at foreldur, við smáum børnum eiga at hava rættin til 1-½ ára barnsburðarfarloyvi. Hetta barnsburðarfarloyvi kunnu tey skifta sundur ímillum sín. Endamálið við hesari umlegging av familju politikki í FO, er:
• at pinku- og smábarni fær eina trygga byrjan heima hjá sínum nærmastu
• at hetta kemur at taka nakað av tí stóra trýstinum, og arbeiðsbyrðuni í okkara vøggustovum
• at námsfrøðingar og hjálparfólk fáa betri stundir til tey børn, sum eru í vøggustovum kring landi, frá tey eru um 1 ára aldur, ella yngri.
• at smábørn eru meira grundleggjandi komin fyri seg (bæði fysiskt og mentalt) áðrenn teirra stovnslív byrjar.

Súsanna Olsen, Framsókn