Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt ljótt monopol

Tað hevur verið við jøvnum millumbilum, at Dimmalætting hevur fingið skaðafróðar og óndskapsfullar viðmerkingar í Sosialinum, serliga oddagreinini, sum Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri, hevur skrivað. Vit hava tó valt ikki at svara aftur, tí tílíkar viðmerkingar eru sum oftast púra óviðkomandi fyri okkara lesarar.

Men fríggjadagin 31. august í ár brúkar Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, oddagreinina at viðgera Dimmalætting og Norðlýsið, sum hava valt at prenta aðrastaðni enn á føroyska blaðprentmonopolinum, Prentmiðstøðini. Var álopið rættað móti blaðnum aleina ella undirritaða, so hevði tað farið framvið, men Sosialurin dregur hugsjónarmannin Poul Hansen inn í málið – og tá er ovboðið.

Tá Dimmalætting kom út aftur sum vikuskiftisblað í 2014, var tað við Poul Hansen í rygginum. Hann vildi hava meira fjølbroytni í føroysku miðlaverðina, og vildi fegin geva henni størri tyngd. Hann visti væl, at hetta ikki var nøkur gullrandað forrætning, men hevði eina vón um, at tað fór at mala runt. Hansara ynski frá byrjan var, at blaðið skuldi prentast í Føroyum, hóast prísurin var hægri, enn um blaðið varð prentað í Danmark.

Vit kendu prísmunin, men valdu Prentmiðstøðina.

Hetta varð gjørt, hóast okkara størsti kappingarneyti, Sosialurin, eigur triðingin av Prentmiðstøðini, og uttan vit vistu, um vit vóru fyri mismuni í prísi.

Tað er synd at siga, at tað samstarvið fekk nakran góðan enda – men tað hevur eina forkláring, sum eg vænti at tey flestu skilja.

Fyri tað fyrsta var tað ikki lægri prísurin, sum aleina gjørdi, at Dimmalætting valdi at flyta prentingina – til tað er samlaði prísmunurin ov lítil, og hann hava vit kent alla tíðina.

Ein fyrimunur at fara til Danmarkar er, at har kunnu tey hefta/stifta blaðið fyri smápengar, og tað ger tað munandi lættari at lesa blaðið. Tílíka íløgu ynskja tey ikki at gera á Prentmiðstøðini, hóast pengar burdu verið til tað sæð í ljósinum av stóru vinningsbýtunum seinastu árini. Men heldur ikki tað aleina kundi rættvísgera eina flyting.

Prentararnir á Prentmiðstøðini munnu vera millum teir bestu í ríkinum, men við tí illa hildnu útgerðini er avmarkað, hvussu jøvn góðskan kann vera. Tí kundi blaðið til tíðir vera eitt sindur svansut við litum, men heldur ikki tað aleina kundi rættvísgera eina flyting.

Upprunaliga var Prentmiðstøðin serstakliga vælútbygd. Ein skipan var millum annað, at vit á redaktiónunum, umvegis teldu, kundu síggja síðurnar, sum vóru um at vera prentklárar. Vit kundu tá síggja um onkur feilur var, sum vit kundu rætta til. Stutt eftir at Christian Nagata tók við sum stjóri, varð henda skipan spard burtur, tí hon kostaði eftir øllum at døma ov nógv at dagføra. Vit komu einaferð í ta óhepnu støðu at gera ein feil, so blaðið mátti prentast umaftur og tað kostaði okkum almikið. Vit spurdu tá, um henda skipanin ikki kundi setast í verk aftur, so vit kundu finna møguligar villur. Svarið var, at so máttu vit flyta evstamark og stórur eykakostnaður varð lagdur omaná. Hetta fekk okkum at ivast í valinum av Prentmiðstøðini. Tá vit seinnu fluttu prentingina til Danmarkar, veitti tann prentsmiðjan hesa tænastu sum eina sjálvfylgju uttan nakran meirkostnað.

Í 2017, seint í oktober, var stuttur fundur millum fólk á Dimmalætting og stjóran á Prentmiðstøðini um onnur viðurskifti. Á veg út gjøgnum dyrnar fekk umboðið hjá Dimmalætting, soleiðis eitt sindur upp á kvamsvís, at vita, at prentprísurin fór upp á nýggjárinum. Eingin grundgeving ella nakað fylgdi við, men bara staðfestingin hjá stjóranum. Tá fóru vit at ivast í, hvat var rættast at gera.

Vit vóru vitni til, hvussu Prentmiðstøðin á hvørjum ári útlutaði stór vinningsbýti, har av ein triðingur fór til okkara kappingarneyta.

Alt hetta fekk okkum at ivast, men vit fóru ongan veg.

Inntil bikarið brádliga fleyt yvir.

Um mánaðarskiftið oktober-november 2017 skuldi Dimmalætting prenta eitt eykablað við heitinum Tøkni. Hetta gjørdu vit javnan, og tað visti Prentmiðstøðin. Blaðið varð prentað á tjúkt pappír, og harvið gjørdust lýsingarnar eisini meira attraktivar av betraðu dygdini. Hetta høvdu lýsararnir eisini fingið at vita, og var tað ein grundgeving fyri at lýsa. Eisini var lættari at taka blaðið út úr høvuðsblaðnum sum nakað serstakt, tí pappírsdygdin ikki var tann sama. Men fáar dagar áðrenn vit skuldu senda blaðið avstað til prentingar, fingu vit at vita frá Prentmiðstøðini, at har ikki var nakað tjúkt pappír at prenta á – tað hevði Prentmiðstøðin valt at brúka til prent av einum lýsingarblaði. Vit greiddu fra okkara støðu, men fingu frá stjóranum at vita, at vit pent máttu bíða í tríggjar vikur, til nýtt pappír kom. Einki við at leggja seg í selarnar fyri at loysa akutta trupulleikan, ei heldur nøkur umbering. Vit stóðu til at missa túsundavís av krónum, og máttu so finna eina aðra loysn. Vit, sum ikki júst vóru von at spyrja um tilboð á hesum øki, fingu samband við Dansk Avistryk, sum lovaði at loysa trupulleikan. Tað gingu fáir dagar, so var alt komið upp á pláss, og 3. november var blaðið á gøtuni sum ætlað – men tá høvdu vit skift prentsmiðju.

Vit vórðu tikin á bóli av, hvussu góða tænastu ein kundi fáa, og hvussu effektivt arbeiðið kundi gerast – tað vóru vit ikki von við.

Nakað eftir kom Prentmiðstøðin við einum tilboði, um vit valdu at skifta aftur. Prísurin var justeraður eitt vet niður – nú bleiv einki sagt um, at prísurin skuldi upp, sum stjórin annars hevði sagt nakrar mánaðir frammanundan – men lá framvegis omanfyri tann, vit kundu fáa frá verandi veitara. Vit svaraðu, at eftirsum Dansk Avistryk hevði hjálpt okkum í eini akuttari neyð, vildu vit ikki bara leypa frá aftur beinanvegin og bóðu um nýtt tilboð í mai 2018. Tað tilboðið kom, men var einki broytt – “take it or leave it”. Vit svaraðu, at okkurt betri mátti á borðið, men hoyrdu einki aftur.

Síðan hevur tað gingið sína gongd. Danska prentsmiðjan hevur veitt okkum bestu tænastu hugsast kann. Hon er jú í kapping við aðrar, meðan Prentmiðstøðin framvegis livir, sum er hon eitt monopol.

Men so valdi Norðlýsið somu loysn sum vit. Hví Norðlýsið gjørdi tað, er ein sak millum teir og Prentmiðstøðina, men tað elvdi so til, at Eirikur Lindenskov valdi at hvølva eina lortaspann yvir Dimmalætting og hugsjónarmannin Poul Hansen. Tað var undir alt lágmark.

Vit valdu ikki føroysku loysnina frá – vit valdu Prentmiðstøðina frá, tí hon veitti eina óvanliga og óhoyrt vánaliga tænastu. Og eg trúgvi tey flestu eru greið yvir, at Poul Hansen hevur gjørt meira fyri føroyska samfelagið enn sjálvsøkni ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum nakrantíð megnar.

Georg L. Petersen, ábyrgdarblaðstjóri, Dimmalætting