Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eitt lítið hjartasuff um sildasamráðingarnar

2013-09-03 22:08

Nú sildasamráðingar aftur eru byrjaðar, og vit hoyra tíðindi frá Útvarpi v.m. um prógvini, sum føroyingar hava við sær til samráðingarborðið, fyri harvið at prógva okkara ognarrætt til sildatilfeingið, so vóni og trúgvi eg, at prógvini bera longur aftur enn til 1995, sum Útvarpið segði frá mánadagin.

Tað at sildastovnurin hevur hildið seg á Føroya økinum frá umleið apríl og til seint í novembur er ikki nýtt fyribrigdi. Hettar hevur verið frá fyrndar tíð. Tó er hend tann broyting seinastu árini, at nakað av Norðsjóvarsild er blivin íblandað veiðina fyrrapartin á sumri.

Seinast í 1940unum/fyrst í 1950unum byrjaðu føroyingar at royna eftir sild við gørnum norðan fyri Føroyar. Teir plagdu at byrja veiðina tíðliga í mai mánaða, og royndu teir ta fyrstu tíðina 60-80 sjómíl norðureystur úr Fugloynni.

Tá komið var til miðsummarið, plagdi sildin at halda til mest ímillum 64 og 66 stig norður. Seinni á sumrinum og út á heystið var hon komin norður ímóti Jan Mayen og fór hon heilt norður á 69-70 stig. Eisini fór ein grein norður um Ísland og heilt vestur ímóti Grimsey á Norðurlandinum. Ì oktober/november byrjar hon at ferðast suðureftir, aftur gjøgnum íslendskt og føroyskt sjóøki. Nógv skip fylgdu henni, og seint á heystinum plagdi at vera so tætt við skipum á Eysturlandinum - og serliga kanska russiskum skipum, sum royndu við gørnum, at økið har fekk navnið “Reyða Torgið”. Síðani fór hon suðuryvir eftir føroyskum øki, norðan fyri Føroyar, Íslandsryggin, og kom heilt inn á Mýlingsgrunnin í novembur. Hagani fór hon síðani eystur við føroyska landgrunninum, har ein partur plagdi at fara inn á Sandoyarbankan og Nólsoyar- og Suðuroyarbankan , har hon seinni á várinum gýtti, meðan tann stóra nøgdin fór yvir til norsku strondina at gýta.

Sjálvur var eg í nøkur ár á Fiskirannsóknarstovuni og sigldi tá oftani við “Jens Chr. Svabo”, har vit millum annað fylgdu sildini á sumri og á heysti. Eg minnist, at onkuntíð ferðaðist hon umleið 25 sjómíl suðuryvir um samdøgrið.

Hyggja vit eftir langtíðar ferðingamynstrinum hjá sildini, sum t.d. frá 1940 til 1967, so sæst, at hon longu frá seint í apríl og til novembur/desembur var á føroyskum og islendskum øki. Umleið 1968 kollapsaði Atlantoskandiski sildastovnurin - !? Síðani hesin kom fyri seg aftur, hevur hann aftur havt mestsum sama ferðingamynstur, tó kanska nakað meiri á norskum øki. Hetta ferðingamynstrur kann prógvast hundraðtals ár aftur í tíðina, og serliga tá stovnurin hevur verið væl fyri.

Sæð út frá hesum er tí ikki rætt at føra fram fyri EU og hinum samráðingarpørtunum, at tað nú er hitin í sjónum, sum knappliga er orsøkin til, at sildin er á føroyskum øki á sumri, tí tað hevur hon, sum áður sagt altíð verið, uttan í teimum tíðarskeiðum, tá sildastovnurin tódnaði niður í einki.

Eg vóni, at okkara samráðingarnevnd hevur so mikið av langtíðarvitan í skjáttuni , at tey kunnu seta bóndadøturnar úr Grikkalandi og vínbóndurnar úr Po-dalinum skák /mát.

Við sildaheilsan úr Tórshavn hin 2.septembur 2013

Osmund Justinussen