Poul svaraði jarðaeigarunum , at teir – eins og hann sjálvur - fingu ivaleyst kortini , men tey ognarleysu , einkjur og faðirleys , sum trongdu meira til tað , fingu ovlítið . Tí helt hann , at best var at býta fuglin av Rivustakkki javnt til alla bygdina fyri fra m tíðina : hvørt hús sín part uttan mun til jarðarogn . Hetta líkaði jarðaeigarunum illa , tí sum teir søgdu , tað hevði altíð verið siður í Sumba, at veita hvørjum øðrum hjálp , tá ið ástóð , og eingin armingi var vístur frá durum hjá manni , hann heitti á, við ongum , tá ið tað umbidna var til taks.
Hetta kundi Poul, sum hin mest gávumildi teirra millum, ásanna, men hann bað teir hugsa um munin ímillum, at biðja frá øðrum, og so eiga tað sjálvur, tí orðatakið sigur jú, at søtur er sjálvgivin biti. Men hinir vildu ikki lata sær siga, tí søgdu teir, henda ætlan Pouls var at skerja fyrndargomlu rættindi teirra, tí Rivustakkur hoyrdi sjálvsagt jørðini til, sum hini fuglabjørgini. Men Poul gekk ikki frá sínum: Rivustakkur við sínum fuglamongi hevði ikki verið nøkrum at gagni í øldir, tí var hann ikki taldur við, tá menn í forðum skipaðu bjargabýtið. Men nú hevði hann framt tað verk , sum allir menn í mannaminni høvdu havt hug til, men ongin verið førur fyri at útinna ; tí helt hann seg hava ráð og rætt til at skipa fyri fuglabýtinum , - ikki at leggja stakkin undir seg sjálvan , sum hann helst kundi fingið viðhald í við eitt sakarmál , men til gagn fyri øll , og hann helt seg ikki gan g a nakrans rættindi ov nær við at geva øllum sumbingum uttan mannamun javnrætt í býti av fuglaveiðuni av Rivustakki .
Hetta elvdi til miklan orðadrátt við og í móti Pouli, tí nógv fólk var samankomið á Mølini , tá ið tað frættis um hetta minniliga bragd , ið Poul við sínum bátsfeløgum hevði framt . ….
Men so fekk Poul, ið sjál d an leyp framav , sissað teir við , at biðja allar semjast um , leggja málið á fyrstu grannastevnu , og lata so yvirvaldi ð greiða trætuna.Hetta uppskot varð samtyk t , og øðin rann av monnum .
Málið kom fyri á grannastevnu , og avgerð yvirvaldsins varð , at tá stakkurin hevði verið óbýttur og nyttuleysur í óminniligar tíðir , og tá ið Poul var hin einasti, ið hevði verð førur at sleppa upp á hann og harvið gjørt hann virðismiklan , mátti tað haldast , at hann átti ráð á Rivustakki , og tí skuldi uppskot hansara á grannastevnu standa við . Og Rivustakkur liggur enn til alla bygdina eftir skipan Pouls.
Eftir prát við Eli Poulsen í Sumba, so hevur eingin verið í Rivustakki síðani í 1975. Ta ferðina var hann sjálvur triðji við .
Av manna- og náttúrun n ar ávum er lítið til av fugli í dranginum í dag sammett við ta ferðina , tá ið Poul uppi í Kvíggj fyrstur steig á rókina .