Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt gott lív uttan útbúgving og heilsu?

Føroyar eru besta land at búgva í, og vit skora høgt á nógvum økjum í samfelagnum vísa tøl hjá Fólkaheilsuráðnum. Men tað eru serliga tvey øki, har føroyingar eru aftanfyri íbúgvarnar í OECD londum – útbúgvingarøkið haltar, og vit eru verri fyri likamliga og sálarliga. Hetta eiga vit at taka í stórum álvara, og tí mugu vit áhaldandi raðfesta hesi øki

Hvat er tað góða lívið? Hesin spurningur varð viðgjørdur í seinnapartssendingini Nón seinasta týsdag. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, var við í sendingini og greiddi frá eini kanning frá 2017, sum staðfestir, at Føroyar eru besta land at liva í, samanborið við ríkastu lond í heiminum.

Kanningin vísir, at viðvíkjandi lívsnøgdsemi liggja vit á einum tryggum fyrsta plássi. Inntøkurnar eru vaksandi, arbeiðsloysið er lágt, vit liva leingi, umhvørvið er reint og fólkaræðið riggar. Víst varð á, at fólk sum heild eru nøgd við og hava álit á landsins stýri, og at vit á hesum øki liggja høgt í mun til hini londini.

Men hóast vit yvirskipað hava tað gott, so eru tað eisini øki, sum krevja batar. OECD vísir á, at útbúgving er lykilin til eitt betri lív, og á hesum økinum liggja vit lágt samanborið við OECD lond.

Serliga eru tað PISA úrslitini; talið av føroyingum, sum fara á miðnámsskúla og møguleikarnir fyri hægri lestri, sum draga niður. Harafturat varð víst á, at vit hava avbjóðingar á heilsuøkinum, bæði viðvíkjandi likamligari og sálarligari heilsu. Sálarlig heilsa verður mett at verða størsta fólkasjúkan í framtíðini. Samgongan hevur framt fleiri batar á hesum økinum, men vit kunnu gera enn meira.

Samgongan hevur sett sær sum yvirskipað mál at raðfesta útbúgving og mentan. Hetta er alneyðugt, ynskja vit at venda kyns- og aldursbýtinum í landinum og at skapa trivnað sum heild. Í 2017 er lestrarstuðulin munandi bøttur, og ætlanin er at halda fram at betra um umstøðurnar til lesandi soleiðis at vit gerast kappingarfør við grannalondini, bæði tá ið umræður lestrarstuðul til hægri lestur, korini hjá lesandi við børnum og tá ið umræður lestrarbústaðir.

Viðvíkjandi heilsuøkinum er farið undir at gera eina heildarætlan fyri psykiatri í Føroyum. Betri sálarheilsa fyri øll er aðalendamálið, sum skal tryggja, at øll við sálarsjúku fáa eina javnbjóðis, dygdargóða og trygga tænastu, so tætt at gerandislívinum, sum til ber. Eisini verður áhaldandi arbeitt við at fáa fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk og at menna sjúkrahúsini. Herundir verður arbeitt við at menna eina sálarfrøðiliga eind.

Í Javnaðarflokkinum halda vit, at frælsi er at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Tí arbeiða vit áhaldandi fyri javnstøðu fyri øll, soleiðis at øll hava somu møguleikar og skyldur, óansæð sosialan og etniskan uppruna, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring. Hetta er eitt av okkara grundsjónarmiðum.

Tað er upp til tað einstaka menniskjað at allýsa tað góða lívið, men tað er okkara uppgáva sum politikarar at skapa góðar karmar. Tí ynski eg framhaldandi at arbeiða fyri at betra um atgongdina til útbúgving og góða likamliga og sálarliga heilsu. Eisini er tað eitt hjartamál, at karmarnir fyri góða lívinum gera seg galdandi fyri allar samfelagsbólkar í landinum – eisini viðvíkjandi útbúgving og heilsu.

Kristianna Winther Poulsen,
løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkurin