Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt álop á fólkaræðið og mannarættindi

2019-02-13 23:41

Eitt álop á fólkaræ ðið og mannarættindi

Í gjár vórðu 10 katalanskir politikarar og tveir oddvitar fyri fólkarørslur í Katalonia drignir fyri rættin í Madrid, tí teir hava virkað fyri einum sjálvstøðugum Katalonia.

Spanskir myndugleikar hava ákært tey 12 fyri harðligan uppreistur, men katalanar svara, at fólkaatkvøða um sjálvsavgerðarrætt er ikki eitt brotsverk, og at ongin annar hevur nýtt harðskap enn spanska løgreglan sjálv.

Katalanski forsetin, Quim Torra, hevur kallað rættarmálið eitt álop á fólkaræðið og mannarættindini hjá teimum ákærdu.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hevur undan rættarmálinum verið í Strassbourg og vissað Evropeiska Mannarættindadómstólin um, at spanska rættarskipanin er ópolitisk, men katalanska fullveldisrørslan sigur, at hon er onki annað enn politisk.

Skulu eyðmýkjast

Tá eg tosaði við Raul Romeva og Jordi Cuixart í Lledoners-fongslinum herfyri, ivaðust teir ikki í, at spanskir myndugleikar vildu brúka rættarmálið til at eyðmýkja tey ákærdu. Sum tey sita í rættinum nú, bendir alt á, at so er.

Spania spælir tó høgt spæl, nú landið ger sjálvsavgerðarrætt til eitt brotsverk í 21. øld, tí 600 journalistar frá 150 fjølmiðlum úr 50 londum fylgja við rættarmálinum. Málið kann tí lættliga bresta upp í andlitið á sponsku stjórnini sjálvari.

Fleiri halda, at við rættarmálinum hevur Spania sjálvt sett seg á ákærubonkin og er til próvtøku sum fólkaræði ella harðræði. Undir málinum spøkir harðrenda Franco-tíðin, tá spanskir myndugleikar myrdu túsundtals katalanar, bannaðu katalanskum sum almennum máli í Katalonia og róku túsundtals andstøðingar í útlegd.

Mótmælini harðna

Mótmælistiltøkini í sambandi við rættarmálið eru farin at taka dik á seg, og Quim Torra, sum situr í stólinum hjá útlagna forsætisráðharranum Carles Puigdemont, var á fyrsta rættarfundinum og stuðlaði teimum ákærdu. Borgarstjórin í Barcelona átalaði eisini rættarmálið og mælti til at steðga tí.

Sjálvur átalaði Carles Puigdemont í Berlin, at ES ikki finst at sponsku atferðini. Umboð fyri ES-kommissiónina hevur sagt, at talan er ikki um ein politiskan spurning – bara løgfrøðiligan. ES vendir tí framvegis deyvað oyrað til, at sjálvsavgerðarrætturin verður stigin undir fót.

Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, segði á Twitter í gjár, at rættarmálið eigur at órógva allar demokratar.

- Framtíðin hjá Katalonia eigur at verða avgjørd við atkvøðukassarnar, ikki í rættinum. Eg sendi katalanska forsetanum og øllum teimum ákærdu míni bestu ynski. Latið okkum vóna, at rættvísi fer at valda, sigur hon.

Niður á knæ

Í gjárkvøldið segði útlagna Carla Ponsati á fundi í Bergen, at spanski staturin hevur tikið oddvitarnar sum gíðslar og forðar øllum dialogi við síni ágangandi atferð. Spaniólar hava eittans mál, og tað er at fáa katalanar niður á knøini og geva seg yvir, segði hon. Og tí hava katalanar onki annað val enn at stríðast fyri einum sjálvstøðugum Katalonia.

Carla Ponsati er professari í búskapi á St. Andrews-universitetinum í Edinburgh og var kenslumálaráðharri í stjórnini hjá Puigdemont.