Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitraður matfiskur

2020-02-01 14:42

 

Siloksan...bleytgerandi evni, ið er homronórógavandi sum t.d. kendu phalatini, endar alt í havumhvørvinum...og haðani í fiskinum, eisini í góðum matfiski sum svarkjafti, sild, makrel, toski, hýsu o.s.v.
ES hevur nú sett foboð móti Siloksan í shampo og sápu sum heild. Men evnið finnist eisini í húðasmyrsli...ið verður upptikið gjøgnum húðina. Í byggiídnaði er evnið nógv brúkt í máling og fuguevnum o.ø.
Umhvørvis- náttúru- og heilsumál er ein stór táta her í landinum, og politiska skipanin letur bara standa til. Orsøkin er fyrst at føroyingar ikki taka sítt umhvørvið í álvara. Tað hava teir aldrin gjørt og halda alt ber til og at einki hevur nakrar avleiðingar. Næst eru tað politikkarnir ikki hava og heldur ikki fáa neyðugu vitan ella kunning frá sínum embætisfólkum, at taka neyðug stig at steðga áhaldandi niðurlaging á umhvørið og náttúru.

Og fólk, vanligi borgarin, fær onga kunning og einki at vita, og er sleptur upp á fjall....men fær seinri "rokningina" umvegis versnandi lívsgóðsku næst øktar útreiðslur til heilsuverk, og uppá sikt eina niðurbræðing í lívfrøðiliga margfeldni og við tí einum horvnum grundarlag fyri haldgóðari tilveru, ið komandi ættarlið hava krav uppá.
ST-Heimsmálini eru sum Skjótt syftur Seiður og tunga Takið, Verðurlagsálit og Burðardygg Menningarætlan fyri 21´øld,....á pappírinum vøkur orð, men uttan nakað ítøkiligt innihald.
Og soleiðis er kósin "inntil rent verður á land." Hvør tilbúgvingarætlan tá skal setast í verk.....man bert harra Gud vita.