Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eisini okkara ábyrgd at hjálpa

2015-01-12 05:15

Eg vil hervið, vegna nevndini í Ung fyri Miðflokkin , takka Løgmanni fyri at brúka ein part av nýggjársrøðuni til at varpa ljós á truplu støðuna, ið mong menniskju ganga ígjøgnum um hesa tíð. Ikki síðani Annan Veraldarbardaga hava vit sæð so nógv flóttafólk í heiminum, og sjálvandi hevur eisini Føroyar eina ábyrgd at hjálpa. Tað er sjálvsagt ein avbjóðing fyri eina tjóð á góðum 48.000 fólkum at gera sjónligan mun í tí stóra bílætinum, men tað merkir ikki, at vit eiga at leggja okkum afturav í sofuni og hyggja at, meðan milliónavís av fólki eru í neyð. Fyri at gera mun krevur tað eitt sterkt og samhaldsfast arbeiði frá landsins myndugleikum og øllum okkum føroyingum, har vit standa saman og veita tí neyðugu hjálp, heldur enn bara at kjakast aftur og fram um hvar, hví og hvussu vit skulu gera.

Fyri at veita bestu hjálp áttu vit at hugt eftir konsekvensetisku hugsjónini, ið sigur, at ein góð moralsk avgerð gevur mest møguligu eydnu (nyttu) fyri flest fólk. Altso eiga vit føroyingar at brúka okkara ressursir til at veita mest møguliga hjálp til flest møgulig fólk.

Hvat Reyði Krossur spakuliga hevur skilt er, at flóttafólk allar oftast hava tað best í teirra nærumhvørvið í einum landi, ið líkist teirra egna, har tey hava eina mentan, ið tey kenna til. Hvat flestu menniskju hava brúk fyri í slíkari torførari tíð, er nakað sum líkist einum vanligum gerandisdegi hjá teimum. Vit skulu stuðla tær íløgur, ið veita hesum fólkum tryggar karmar í einum umhvørvi, har tey føla seg heima, og har tey verða hjálpt á føtur aftur bæði kropsliga og sálarliga. Fyri einum flóttafólki úr Sýria verður hendan hjálpin betri veitt í einum av grannalondunum, enn hvat hon verður veitt í einum lítlum avsperdum øki í Føroyum. Flestu flóttafólk siga seg eisini hava ein dreym um at venda heimaftur, og hetta gerst lættari hjá teimum, tá ið tey verða hjálpt í nærumhvørvinum.

Endamálið við hjálpini er sjálvsagt at veita best møguliga hjálp til flest fólk við ressursunum, vit nú hava til hetta. Besta tænastan fyri flest flóttafólk verður veitt í teirra nærumhvørvið, og her fáa vit eisini veitt hjálp til fleiri fyri hvørja givnu krónu. Hyggja vit eftir dønum, so brúktu teir heilar 1,8 milliardir krónur uppá flóttafólkalegunum í landinum í 2014. Prísurin fyri hjálpina til hvørt flóttafólk í Danmark liggur vanliga eitt stað millum 200.000-250.000 kr. um árið. Hetta er ein ógvuliga stór upphædd at brúka árliga uppá hvørt einstaka flóttafólk í miðal, og eg ivist ikki eina løtu í, at hvør 1000-krónuseðil røkkur nógv longri til hjálpina, ið vit kunna veita í nærumhvørvinum hjá flóttafólkunum.

Tað stendur greitt, hvussu vit best hjálpa flestu fólkum við teimum ressursunum, ið vit hava, og Jeremy Bentham, John Stuart Mill og allir aðrir konsekvensetikkarir høvdu ikki ivast eina løtu í, hvat vit eiga at gera.

Kæri Harra Løgmaður, eg vil vegna UfM heita á teg, sum landsins leiðara, at tú gongur fremst við at fáa hjálpt teimum í neyð. Tú segði sjálvur í Løgtinginum, at vit byggja okkara land á kristnum virðum. Her eri eg og øll nevndin í UfM púra samd við tær, og eg vil tá eisini vísa tær á, at tað er okkara kristna ábyrgd at hjálpa teimum, ið eru verri fyri enn vit.

Men tann, ið hevur góðs heimsins - og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum - hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum! [1. Joh; 3,17]

Hann svaraði teimum: "Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt." [Luk. 3,11]

Eg vil eisini heita á okkara kæru løgtingslimum um at halda áfram við at hjálpa teimum, ið eru verri stødd enn vit her heima, hetta er serliga týdningarmikið í hesari tíð, har vit hava so stórt tal av flóttafólkum í heiminum. Nevndin í UfM ynskir, at vit skulu miðja ímóti, at størri partur av okkara BTÚ verður sett av til menningarhjálp, soleiðis at vit geva meira til teimum í neyð. Vit ynskja, at Føroyar, til tað best møguliga, stuðlar tær íløgur, ið eru gjørdar í grannalondunum rundan um teimum neyðraktu londunum sum t.d. Sýria og Irak, ið hjálpa flóttafólkum í neyð. Soleiðis kunnu vit veruliga gera mun í stóra bílætinum og best hjálpa flest møguligum fólkum.

Vinaliga

Aksel Flagstad Berg, Formaður, Ung fyri Miðflokkin

Tann 11. januar 2015