Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eins og vit hava rætt at veiða hval, eiga vit at virða rættin at mótmæla

2014-06-24 21:14
Tað eru bæði ein rættur og ein skylda hjá eini tjóð at gagnnýta tilfeingi í náttúruni á burðardyggan hátt.
Vit hava rætt at drepa grind. Stovnurin er ikki hóttur, veiðan burðardygg, og hon fer fram undir skipaðum umstøðum, har djóravælferð er í hásæti. Føroyingar hava dripið grind í øldir, og grindin er framvegis eitt kærkomið matvøruískoyti til húsarhald kring landið.
Í hesum døgum eru fólk komin uttaneftir at mótmæla grindadrápi. Men vit mugu ikki gloyma , at eins og rætturin at drepa grind er lógfestur, so eru talufrælsi og rætturin at mótmæla grundlógartryggjað og grundleggjandi partur av einum og hvørjum fólkaræði.
Vit liva í einum alheimsgjørdum heimi, har samskiftismiðlar kunnu bera tíðindi og upplýsingar úr einum heraðshornið í annað í eini handavending. Vit mugu eisini hava í huga, at størsti partur av heimsins íbúgvum búgva í býarsamfeløgum og í stóran mun eru ókunnug við, hvussu matur frá djórum verður fingin til vega. Tískil kann grindadráp kennast ógvusligt og óskiljandi hjá mongum teirra. Vit eiga tí greiða frá og royna at fáa onnur at skilja hví vit drepa grind og at rætta møgulig ósannindi, tá vit fáa høvi. Samstundis mugu vit virða, at onnur kunnu vera ósamd og hava rætt at gera vart við síni sjónarmið og at mótmæla - um tey halda seg innan fyri lógarinnar karmar. Tað loysir seg ikki at gera seg inn á annan fyri at noyða síni sjónarmið ígjøgnum. Vit eiga at vísa tolsemi. Tiltikna føroyska gestablídni er ein dygd, sum vit virðismeta og eru errin av.
Landsstýri og løgregla hava seinastu tíðina verið í jøvnum samskifti. Eitt er at mótmæla, men verða landsins lógir og reglur brotnar, og fremja fólk ágang á ognir og fólk, er tað ábyrgdin hjá løgregluni at taka sær av slíkum og at uppihalda lóg og landaskili. 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður