Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

EINKI LYFTI UM AT LOFTA TROM - TÓ EIN GLOTTI

2020-06-25 09:38

15. juni setti eg Helga Abrahamsen, landsstýrismanni spurningar um TROM og møguleikarnar fyri, at filmsrøðin kann framleiðast í Føroyum. Svar er nú komið.

Júst, sum landsstýrismaðurin sigur, so gevur slík íløga stórt samfelagssligt avlop! Tí átti landsstýrið at sett seglini til, fyri at lofta møguleikanum, nú hann er her.

Eg spurdi, um landsstýrismaðurin ætlaði at tryggja, at framleiðslan av TROM verður í Føroyum. Og um hann æltar at hækka upphæddina til skipanina við afturbering fyri útreiðslur í sambandi við filmsframleiðslu í Føroyum. Og harumframt um hvørji tøk, landsstýrismaðurin metir verða neyðug fyri at eggja fleiri filmsframleiðarum til at velja at gera spælifilm og filmsrøðir í Føroyum.

Svarið frá landsstýrismanninum kom í gjár, og var um somu leið eitt stórt vónbrot, sum tó gevur glotta av vón. Í øllum føri vón um bata í longri høpi. Landsstýrismaðurin vísir á, at játtanin til afturbering er ov lítil, einans 200 túsund krónur, og sigur at “tað ber tí ikki landsstýrismanninum til at tryggja, at henda framleiðslan verður í Føroyum.”

Men leggur so afturat: “Eg fari tí at virka fyri, at játtanin til afturbering til filmsframleiðslu verður hægri. Ikki bara í teirri vón, at TROM kortini kann verða framleidd í Føroyum, men eisini fyri at tað ikki skal vera landsstýrið, sum frá ferð til ferð skal gera av, um hesin ella hasin filmurin skal fáa stuðul. Avgerðin, um hvørjar framleiðslur lúka treytirnar fyri at fáa afturbering, eigur at vera hjá Filmshúsinum, sum eisini staðiliga hevur mælt til, at játtanin til afturbering verður økt.” Sostatt letur landsstýrismaðurin hurðina standa á gloppi fyri, at játtanin kann verða hækka á komandi fíggjarlóg.

Og hann ásannar eisini at: “Í kappingini um filmsframleiðslur er afturberingarskipanin eitt tað týdningarmesta amboðið. Og ja - afturbering er ein stuðul, men tað er ein stuðul, sum gevur stórt samfelagsligt avlop.”

Fyrr í vikuni koyrdi samgongan eina eykajáttan gjøgnum Løgtingið – har vóru útreiðsluhækkingar fyri væl omanfyri 200 milliónir krónur. Var vilji í landsstýrinum, so fevndi eykajáttanini eisini um afturberingarskipanina, so hon kundi lofta TROM og tryggja sera spennandi arbeiðspláss, dygt PR og virðismikla førleikamenning innan film í Føroym – umframt tær 16 milliónirnar, sum koma í føroyskar kassar.

Góðar kreftir úr nærum øllum flokkum á Løgtingi ynskja og vilja, at TROM verður loftað. Hetta var jú sjálv meiningin við afturberingarskipanini – at hon skuldi kunna tryggja, at til ber at framleiða størri filmar og/ella filmsrøðir í Føroyar. Ein stórur meiriluti er til reiðar at trýsta á grønu knøttarnar, kemur grønt ljós úr landsstýrinum.

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Settu spurningarnir kunnu lesast her:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1009/103.19%20Spurningur%20til%20H.%20Abrahamsen%20fra%20B.%20Samuelsen%20-%20Trom%20og%20Foroyar%20sum%20filmsland.pdf

Svar frá landsstýrismanninum:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1009/103.19%20Svar%20fra%20H.%20Abrahamsen%20til%20B.%20Samuelsen%20-%20Trom%20og%20Foroyar%20sum%20filmsland.pdf