Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eingin føroysk loysing sambært altjóða lóg

Donsk-føroysk semja gevur okkum rætt til loysing. Tað ger altjóða rættur ikki


Sambært trimum veljarakanningum frá 2018 er hugurin er loysa frá Danmark sera lítil millum fólk. Beinleiðis spurd søgdu færri enn 30% í eini kanning, at tey vildu hava loysing, og hinar kanningarnar vístu, at tjóðveldis- og fólkafloksveljarar ikki vilja vita av hvørjum øðrum. Báðir partar vilja í staðin í samgongu við flokkar, sum ikki hava loysing sum mál.

Nú er so í staðin nýtt lív blást í ein sera teoretiskan spurning: Um føroyingar gera av at loysa, hava vit so rætt at gera tað einsæris sambært altjóða lóg – ella skulu danskir myndugleikar góðkenna tað?

Hóast danskir myndugleikar hava endurtikið upp í saman, at teir góðkenna eina møguliga føroyska avgerð um loysing, so fylti hesin spurningur nógv tá fullveldislandsstýrið sat frá 1998 til 2004.

Áðrenn fullveldissamráðingarnar millum Danmark og Føroyar í 2000 varð ein bók skrivað – Hvítabók – har serfrøðingar m.a. fingu sum uppgávu at svara hesum spurningi. Og svarið var, at vit við góðum grundgevingum kunnu siga, at altjóða lóg gevur okkum innlendis sjálvsavgerðarrætt. Altso rætt at skipa okkara egnu viðurskifti í Føroyum – júst sum vit gera. Men tá tað kemur til ytra sjálvsavgerðarrættin – altso rættin til loysing – er minni at heinta í altjóða lóg.

Í 2004 kom so ein bók frá Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi um sama spurning – eisini við fleiri serkønum høvundum. Samanumtikið var semja um, at tað við politiskum, søguligum og mentanarligum argumentum ber til at siga, at Føroyar hava rætt at loysa frá Danmark.

Hetta var einki nýtt. Bæði danskir myndugleikar og flest allir føroyingar eru eisini samdir um hetta – og tí áseta vit eisini okkum henda rætt í uppskotinum til nýggja føroyska stjórnarskipan.

Men í altjóða lóg er sambært bókini lítið at koma eftir. Vit kunnu snøgt sagt ikki grundað føroyska loysing á altjóða viðtøkur – tí tær geva okkum ikki rætt til loysing. Og hóast onkur einstøk slík viðtøka kann tulkast tann vegin, so er ikki nógv hon kann brúkast til. Tað finst jú eingin myndugleiki, sum Føroyar kunnu klaga til, um Danmark noktar okkum at loysa.

Politisk vælvild er betri

Um føroyingar, uttan góðkenning úr Danmark, høvdu boðað frá, at nú vóru Føroyar ein statur, høvdu altjóða stovnar roknað tað sum eitt innlendis danskt mál – og staturin hevði ikki blivið viðurkendur. Hygg bara hvat er sagt um hendingarnar í Catalonia farnu tíðina.

Sæð úr sjónarhorninum hjá altjóða stovnum eru statir svartir kassar – oat hendir í hesum kassum er ikki eitt mál fyri teir uttan so, at hópdráp ella ógvuslig kúging fara fram. Ikki akkurát nakað, vit kenna til...

Vit hava snøgt sagt tørv á politiskari vælvild úr Danmark. Og soleiðis er um allan heim.

Quebeq hevur roynt at loysa frá Canada – tí stjórnin í Ottawa loyvdi tí.

Skotland hevur roynt at loysa frá Bretlandi – tí stjórnin í London loyvdi tí.

Hinvegin sleppur Catalonia ikki at loysa frá Spania – tí stjórnin í Madrid ikki loyvir tí.

Føroyar samráddust í 2000 um at skipa Føroyar sum fullveldi – tí danska stjórnin góðtók, at vit hava rætt til tað. At føroyingar ikki hildu seg fáa nóg góða fíggjarliga og umsitingarliga hjálp úr Danmark til at skipa føroyska statin, er eitt annað mál. Vildu vit, kundu vit loyst tá.

Tað kunnu vit enn. Tí danska stjórnin loyvir tí.

Eg skilji væl, at summi halda tað vera veikt ella ússaligt, at rætturin at loysa er grundaður á semju millum Danmark og Føroyar. Ella politiska vælvild úr Danmark um mann vil. Tí vilja tey heldur grundað rættin á altjóða lóg. Problemið er bara, at altjóða lóg ikki gevur okkum rætt at loysa yvirhøvur.

Kjakið um “eksternan sjálvsavgerðarrætt sambært altjóða lóg” hevur ongan ítøkiligan týdning. Tíbetur fyri loysingarfólk. Tí grundað vit okkara rætt til loysing á hetta, missa vit hann.

Nú hava vit “bara” ein politiskt grundaðan rætt. Men tað merkir altso, at tann dag ein greiður, varðandi meiriluti av føroyingum vil skipa ein føroyskan stat, kunnu vit gera tað.

Tann meirilutin er bara trupul at hóma í løtuni...