Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Einaferð var tað ein fotografur

2013-10-07 21:06

Soleiðis ljóðaði innleiðingin á einum tíðindaskrivi, sum Vágs Sóknar Bygdasavn sendi út í juli mánaði í fjørð. Uttan at fara út í æsir viðvíkjandi innihaldinum av skrivinum, sum fyri tað mesta var lygn, so snýr málið seg um nakrar myndir hjá Ellen Dahl, fotografi, sum savnið nýtti, og partvís nýtir enn, til at lýsa bygdarlívið í undanfarnu øld. Hugskotið hjá bygdasavninum, at lýsa fortíðina í myndum, er sera gott og mennandi fyri samtíð og framtíð. Trupulleikin var bara, at ímillum myndirnar, sum savnið hevði fingið frá privatum borgarum, nýtti savnið eisini fleiri myndir hjá Ellen Dahl, uttan at spyrja døturnar um loyvi til tess. Hetta gjørdi undirritaði, vegna døturnar, savnið vart við og heitti samstundis á savnið um at taka myndirnar burtur.

Áheitanin varð ikki eftirlíkað! Ístaðin kyknaði ein floymur av eyðmýkjandi útspilling av okkum eftirkomarunum hjá Ellen Dahl, báði privat í teldubrøvum, og alment í áðurnevnda tíðindaskrivi og á Facebook, serliga í bólkinum Vágbingar.

Á øllum føroyskum portalum, har tíðindaskrivið frá Vágs Sóknar Bygdasavni var lagt út, vóru vit í flestu viðmerkingunum ákærd fyri at verða nøkur bartrog, sum bæði høvdu horn og hala. Hetta hóast fólk bert kendu sakina frá einari síðu. Í Facebook-bólkinum Vágbingar vóru nógvar sera ærumeiðandi útsagnir og viðmerkingar, sum vóru so ljótar, at tær ikki tola dagsins ljós. Harafturat vórðu okur øll, eftirkomarar við familjum og óansæð aldur, útihýst úr bólkinum, afturfyri at hava verið so frek at gera vart við okkara upphavsrætt.

Tó, rætt skal verða rætt. Tað vóru nøkur einstøk, sum høvdu skil fyri at síggja sakina frá báðum síðum, og teimum takka vit so hjartaliga.

Stutt eftir, at vit høvdu gjørt Vágs Sóknar Bygdasavn vart við, at tey brúktu myndir hjá Ellen Dahl uttan loyvi, setti Vágs Sóknar Bygdasavn seg í samband við ein advokat. Harvið ynskti felagið sjálvt, at málið skuldi verða eitt løgfrøðisligt mál. Gjøgnum advokatin, Jógvan Elias Winther Poulsen, boðaði bygdarsavnið okkum frá, at felagið ikki ætlaði at virða upphavsrættin, og at tað ikki ætlaði at spyrja nakran um loyvi til at brúka myndinar hjá Ellen Dahl!

Við hesum boðum kendu vit okkum noyddan til at venda okkum til ein advokat, og gjøgnum hann hava vit fleiri ferðir roynt at fáa eina semju í lag við Vágs Sóknar Bygdasavn, seinast í apríl í ár, men tíverri hevur eingin áhugi og heldur eingin vilji verið til at finna eina friðarliga loysn á hesum máli.

26.09. 2013 fall so dómur í málinum. Úrskurðurin í dóminum er soljóðandi:

”Saksøkti verður dømdur at viðurkenna, at tær í skjal 1 til 21 endurgivnu fotomyndir, sum Ellen Dahl, fotografur hevur tikið, eru fotografisk verk eftir § 1 í upphavsrættarlógini.”

Da sagsøgte har anerkendt ovennævnte, afsiges der dom efter sagsøgerens påstand med sagsomkostninger som nedenfor anført.

Vágs Sóknar Bygdasavn

c/o Dennis Holm

Bøgøta 27

900 Vágur

<b>Thi kendes for ret:</b>

Saksøkti skal viðurkenna, at tær í skjal 1 til 21 endurgivnu fotomyndir, sum Ellen Dahl, fotografur hevur tikið, eru fotografisk verk eftir § 1 í upphavsrættarlógini.

Tað merkir tí m.a., at mótparturin gingin undir kravið um, at myndirnar eru vardar av lóg um upphavsrætt og kunnu ikki brúkast alment uttan við loyvi frá arvingunum eftir Ellen Dahl.

Sama dag stóð at lesa á in.fo: - Saksøkjararnir vildu verja minnið um Ellen Dahl, og tað hevur Vágs Sóknar Bygdarsavn fulla virðing fyri, og tí tóku vit stig til at loysa málið í sátt og semju, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.

Við slíkari avskeplan av sannleikanum fáa fólk skeivu fatan av málinum, og júst tí er hetta tíðandaskriv sent miðlunum. Dómur er fallin, og Vágs Sóknar Bygdarsavn er í Føroya Rætti dømt at viðurkenna, at myndirnar hjá Ellen Dahl, fotografi, eru vardar av§1 í lovini um upphavsrætt!

Til seinast vil eg, familjunnar vegna, takka Sigmundi Poulsen, advokati, fyri at hava ført okkara sak, og harafturat vilja vit takka tykkum, sum hava vent sær til okkum persónliga fyri at vísa okkum stuðul. Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum, so hjartans tøkk fyri tað!

Tíverri finnast enn hópatal av myndum hjá Ellen Dahl á heimasíðuni hjá Vágs Sóknar Bygdasavni ( http://www.vagsbygd.com/ ) Vónandi er hetta eitt mistak, sum skjótt verður rættað.

Vegna eftirkomararnar hjá Ellen Dahl