Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Franskur konsul í Føroyum

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn:
2011-2015
2019-

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016
Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.12 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Eina veruliga skipan rundan um Vaksnamannalæru

2020-10-14 07:56

Vaksnamannalæra er eitt týðandi amboð fyri arbeiðsmarknaðin, fyri einstaklingin og fyri samfelagið sum heild. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívlong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving . Og nakrir av hesum tættum eru byrjaðir og ávegis, men lógargrundarlagið, sjálv skipanin, sum skal tryggja vaksnum eina liðiliga útbúgvingarskipan, vantar enn.

Norðanlond eru frammalaga á hesum øki og samtarva væl. Hesum hava Føroyar fingið gagn av ígjøgnum netverkið NVL, Norðurlendskt Netverk fyri Vaksnamannalæru. Neyðugt er við serligari og liðiligari miðnámsskúlaskipan fyri vaksin, góðari atgongd til lestrar- og yrkisvegleiðing og fleiri møguleikum fyri førleikamenning. Óivað er neyðugt við serligum treytum fyri lestrarstuðli og avtalum við ymisku fakøkini í samfelagnum. Tað er ynskiligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í tilgongdina at gera endaligu skipanina og at tryggja góða undirtøku hjá øllum viðkomandi pørtum.

Føroyum tørvar heilt víst eina holla vaksnamannaútbúgvingarskipan til gagns fyri vinnuna, arbeiðsmarknaðin, einstaklingin og samfelagið sum heild. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a)

1. Hvussu gongur við at gera og seta í verk lóg um vaksnamannalæru í Føroyum og at menna skipanina annars?

2. Hvussu skipa vit okkum innan vaksnamannalæru, so at vit koma á hædd við støðið í Norðanlondum innan hetta øki?

3. Hvussu verður tryggjað, at allir samfelagsgeirar, sum ávirka vaksnamannalæru eru við í tilgongdini og tryggja, at Føroyar fáa eina vælvirkandi skipan fyri eitt samfelag sum okkara?

Les sjálvan spurningin og fylg við, tá svarið kemur á heimasíðuni hjá løgtinginum – har eg enn eri nevnd ‘løgtingsmaður’: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1057/030.20%20Spurningur%20til%20J.%20av%20Rana%20fra%20H.%20Jensen%20-%20Vaksnamannautbugvingarskipan.pdf