Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein viðkomandi spurningur

Einaferð spurdi Tummas Harran hendan spurning: "Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!" (Joh. 14, 5).

Tað er eyðsæð, at Tummas ikki royndi at látast at vera ein trúgvandi. Tvørturímóti. Hann var ein ivingarsamur og vantrúgvin maður. Men hesin sami spurningurin, er til allar tíðir sera viðkomandi fyri hvønn tann, sum søkir eitt erligt svar.

Jesus svaraði Tummasi á sín undurfulla hátt: Tummas! “Eg erivegurin,sannleikinoglívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.” (Joh. 14, 6).

Svar Jesusar, er ein tann størsta staðfestingin í bíbliuni, ið lýsir hvør Hann veruliga er. Svarið er stutt, beinraki og einastandandi til allar tíðir. Talan er um ein fullkomnan samandrátt um tað himmalsku leiðina, ið førir menniskju inn í ríki Guds. Jesus er svarið!

Men hvat inniber svar Jesusar? Jú, Hann svarar uppá tríggjar teir størstu spurningarnar í hjørtum okkara. Tí, tað sum Tummas veruliga ynskir at vita er, hvussu hann kann verða frelstur. Jesus svarar: "Eg eri vegurin.” Hetta inniber, at Tummas má viðganga, at hann er ein vilstur maður. Tískil má Tummas loyva Jesusi inn í hjarta sítt, um tað skal verða møguligt, at fylgja Honum, ið sigur seg sjálvan verða “vegurin” til Faðirin í himlinum. Tann sum kennir Jesus, kennir eisini vegin. Tað finst eingin annar vegur uttanum Jesus, ið førir inn í ríki Guds. Eg hitti mong, ið hava funnið sín egna veg at ganga á. Og tað sýnist sum um, at følsk slagorð so sum: “I did it my way” føra menniskju til himmals. Men bíblian lærir nakað annað, at Jesus Kristus er tann einasti eini vegurin aftur til Gud.

Hin spurningurin hjá Tummasi inniber eina persónliga óvissu. Hann hevur eitt inniligt ynski um at gerast ivaleysur í trúnni á Jesus. Men Jesus svaraði honum: Tummas! “Eg eri sannleikin!” Hetta svarið umfatar alt tað, ið er fullkomið og ævigt í persóninum, Jesusi Kristi.

Ígjøgnum mong túsund ár hava mentanir smíða sína egnu menniskjafatan og lært manngjørdar sannleikar. Men Jesus er ikki ein av teimum. Hann talar við myndugleika Faðirs Síns til alt fólki, og Hann lærir ikki einans sannleikan, men Hann er sannleikin í sær sjálvum. Allir sjálvklókir trúarsetningar, allar sjálvklókar fatanir um heimsmyndir, alt vísindaligt ástøði og øll politisk, búskaparlig, sosial og sálarlig uppskot, ið IKKI samanlagt mala miðsavnandi í kring um Jesus, verður dømt til endans, at prógva seg sjálvt, at hava tikið feil. Alt, ið er uttanfyri standandi sannleikan finnur ikki vegin fram til Gud. Tí sannleikin er hesin, at tað er ógjørligt at finna Gud, uttanum Jesus.

Hin guddómligi og fullkomni sannleikin inniber eingi frávik, tað vil siga, null toleransu. Ein rímiliga góð ímynd um hvussu sannleikin virkar, er til dømis roknistykki 2 ferðir 2 = 4. Tað er ómøguligt hjá sannleikanum, at loyva sær, at seta eitt ovara og eitt niðara mark fyri tí einastandandi úrslitinum 4. Tí, fýra talið er til allar tíðir hitt fullkomna svarið uppá júst hetta roknistykki. Men um vit gera eina roynd, at tvinga eina toleransu á +/- 1 inn í eitt fullkomið úrslit, at til dømis 2 ferðir 2 eisini skal hava rætt til at verða 3 ella 5. Tá hava vit flutt okkum bæði frá sannleikanum, øllum skilvísi og tí praktiska veruleikanum. Tí nú er talan ikki um eina toleransu, men eina grova roknivillu.

Roknivillur av hesum slag kallar Gud fyri synd. Men nýmótans samfeløg, sum við fríum vilja kasta Gudgivin virðir yvir borð, gera sær sjálvum ofta toleransuvirðir, ið geva rúm fyri øllum tí, sum ikki er sømiligt og ei heldur gagnligt fyri nakað samfelag. Í so máta eru vit føroyingar einki undantak. Vit lækka í tign sum samfelag við at kúga sannleikan (t.e. Jesus). Gudloysi, líkasæla og ábyrgdarloysi framleiðir altíð tað ringasta í menniskjuni. Í verandi løtu vanvirða mong í okkara samfelag Guds orð t.d. skapanarsøguna, kynsbýtið, familjulívið og hjúnabandið. Sjúkueyðkennini eru m.a. nógvur hjúnaskilnaður, sosialt ráðaloysi, sjálv uppaling av børnum, ósømilig rættindi til samkynd, spiltar áskoðanir um kynslív, vaksandi rák um at smíða lógheimild til fría fosturtøku, ónatúrlig javnstøða o.s.fr.

So, tað er ómøguligt hjá sannleikanum (hjá Jesusi), at viðurkenna eina toleransu, ið ger sannleikan ófullkomnan. Óansæð hvussu væl umtókt, víðakend, gomul og vanlig ein toleransuvilla er, so kann ætlanin um at fáa semju í lag við sannleikan ongantíð verða viðurkend, og ei heldur verða partur av sannleikanum. Hví? Tí Jesus er sannleikin. Tað er upp til ein og hvønn at møta Jesusi Kristi, sum sínum persónliga frelsara á ein erligan hátt. Jesus kennir hjørtu okkara, men tað ber IKKI til, at sníkja seg inn í ríki Guds.

Spurningurin hjá Tummasi snúði seg eisini um nøgdsemi. Hvussu hann kundi verða nøgdur við tað, at vita vegin til Jesus. Jesus svarar soleiðis: Tummas! “Eg eri lívið!” Orðið “lívið” í hesum samanhanginum merkir “alt lív, ið til er.” Tað vil siga, alt ímillum lívið hjá Gudi og heilt niður til tær minstu lívverurnar, sum Gud hevur skapt. Ja sjálvandi, Jesus er jú mótsetningurin hjá deyðanum. Hann er uppreisnin til ævigt lív hjá øllum teimum, sum hava sett sítt fulla álit á Hann við trúgv.

Mín vitnisburður er hesin, at Jesus Kristus av sonnum er mítt lív. Tískil livi eg mítt lív av trúgv, ið er ein livandi trúgv á Harran Jesus, og eg havi roynt hetta, at Jesus er vegurin, sannleikin og lívið.

Við inniligum ynski um veking, frelsu og uppbygging yvir tína sál. Amen!

Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig