Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Franskur konsul í Føroyum

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn 2011-2015

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016 Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.12 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Ein veruligan útbúgvingarpolitikk

2015-08-17 05:00

At menna og útbúgva okkara fólk er tann besta íløgan, vit kunnu gera, og avkastið er nógv størri, enn vit kunnu ímynda okkum. Framsókn virkar fyri einum útbúgvingarpolitikki í ljósinum av lívslangari læring.

Okkara skúlaskipan og miðnámsskúlaskipan skulu brynja tey ungu so væl sum til ber at taka ábyrgd av samfelagnum og frælsu tjóðini Føroyar. Útbúgvingar eftir loknan fólkaskúla og/ella miðnám skulu raðfestast høgt. Leiðslur og undirvisarar skulu hava bestu fortreytir fyri førleikamenning. Ein støðug eftirmeting og gransking skal tryggja okkum, at vit í Føroyum hava bæði ein góðan tíðarhóskandi fólkaskúla, ein miðnámsskúla og hægri útbúgving, sum miðvíst fyrireika okkara fólk at taka við stórum ábyrgdum. Tíðarhóskandi føroyskt undirvísingartilfar fær hægstu raðfesting í arbeiðinum at skipa ein tíðarhóskandi útbúgvingarpolitikk, sum tekur atlit til føroyskt viðurskifti, siðvenjur, árstíðir, arbeiðsmarknað v.m.

Tilvitað arbeiði við játtan, við skipanum og samstørvum skal tryggja støðuga menning og stabil viðurskifti innan fólkaskúla, miðnám og hægri lestur. Tað merkir eisini at arbeiða við fysiskum kørmum til Fróðskaparsetur Føroya, til lestrarbústaðir og við lestrarstuðulsskipanini, so hesi standa mát við eitt tíðarhóskandi og kappingarført samfelag.

Ein sjálvsagdur partur av útbúgvingarpolitikki Føroya er ein vaksnamannaútbúgvingarskipan við eini hollari vegleiðingarskipan, við góðum umstøðum fyri førleikameting og víðari førleikamenning.

Integratiónsskipanin er fast tengd at einum góðum útbugvingarpolitikki, sum eisini tekur atlit til nýkomnar borgarar og teirra tørv á at læra føroyskt mál og mentanina her í landinum, men eisini á eini góðari førleikametingarskipan, sum gevur atgongd til røttu førleikamenningina.

Eingin útbúgvingarpolitikkur er fullfíggjaður, fyrrenn hann eisini hevur eina vælvirkandi skipan til alt serøkið, sum stendur mát við tað, sum tað fólkið í Føroyum og samfelagið væntar og hevur uppiborið.

Veljið visjónir og sterkan útbúgvingarpolitikk!

Hanna Jensen

Framsókn