Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein sterkan búskap

2019-08-19 17:18

Skynsaman búskaparpolitikk

Vit eru noydd at hugsa frameftir tá vit hugsa búskaparpolitikk í Føroyum. Serliga eru tvey evnir vit mugu hava í huga. Eitt er tørvurin á bústøðum í Føroyum í løtuni, tí við einum bústaðartørvi er trupult at fáa fólk at støðast í landinum, og eru vit noydd at hugsa um tað fantastiska tilfeingið vit hava í fólkinum, ið býr í hesum landi, og sum ynskir at búgva her í Føroyum. Hin parturin er at tryggja at búskapurin er stabilur. Vit vilja altíð hava há- og lágkonjunkturar í búskapinum. Tað má vera ein týdningarmikil uppgáva hjá landi og kommunum at tryggja at hesir konjunkturar ikki ávirka búskapin ov nógv.

Bústaðartørvurin

Seinastu árini hava vit haft stóra framgongd í føroyska búskapinum. Bæði privata vinnan, privati borgarin og tað almenna hava tað gott í løtuni, og gevur hetta ein stóran eftirspurning eftir serliga byggivinnuni.

Hetta er ein gleðilig gongd, tí hetta skapar arbeiði til nógvar hendur í Føroyum. Ja, so nógv at vit vera noydd at innflyta arbeiðsmegi. Hetta er gott fyri tey sum virka í hesum vinnum, tí tað tryggjar eina støðuga inntøku. Har eru tó tveir vansar við hesum.

- Bíðitíð. Hjá teimum sum ynskja at byggja er long bíðitíð eftir handverkarum. Vit hava ein stóran tørv á búðeindum í Føroyum í løtuni. Sum støðan er í dag er sera trupult at síggja at nyttuvirði í øðrum byggiverkætlanum er størri enn nyttuvirði í bústøðum. Sjálvandi, har kunnu vera aðrar akuttar verkætlanir vit mugu fremja, men vit mugu halda aftur í øðrum íløgum í dag, um vit ynskja at hesin trupuleiki skal loysast á besta hátt.

- Fígging. Tað er sera trupult hjá fólki at skaffa fígging til at byggja hús fyri í einum so heitum marknaði. Byggikostnaðurin er nógv vaksin seinastu árini, og krevur hetta tí størri lán at fíggja bústaðarbygging. Hetta kann loysast við at land og kommunur ikki seta nýggjar stórar byggiverkætlanir í gongd sum ikki hava eins stóran akuttan tørv. Eisini kunnu vit betra um møguleikarnar at fáa fígging við at lata Bústaðir veita 2. veðrættarlán. Hetta vil gera tað møguligt hjá fólki at byggja kring landið, har tað ofta er truplari at fáa lán frá peningastovnunum.

Eisini vil tað at útskriva eitt føroyskt realkredittlánsbræv gera tað lættari at skaffa fígging til byggjarí. Hetta vil eisini gera tað møguligt hjá pensjónsfeløgum og øðrum at gera íløgur í føroyska samfelagið.

Konjunkturarnir

Ein týdningarmikil lykil, ið skal verja okkum ímóti neiligu árinunum av konjunktursveiggjum er at vit spara upp í góðum tíðum og brúka hesar pengar í ringum tíðum. Hetta vita flest øll okkara, og í ringum tíðum verður tað altíð tosa nógv um at hetta er tað vit mugu gera. Hóast tað, so verður altíð sett nógv í gongd í góðum tíðum - fólk ynskja sær eina rúgvu, og alt sum kemur inn skal brúkast til okkurt. Tað gevur ikki meining at halda aftur í verkætlanum, men nýta peningin til onnur ting. Vit mugu spara upp, so peningurin er tøkur at seta í gongd við tá vit hava lákonjunktur. Tí má búskapargrunnurin raðfestast hægri. Jú meira vit seta av í góðum tíðum, jú betri klára vit at lofta búskapinum seinni.

Moody's hevur hækka sína meting av føroyska búskapinum frá Aa3 til Aa2, og er ein av orsøkunum til hesa hækkingina at vit hava sett pening til síðis, ið ger tað minni váðakent at umfíggja og taka lán. Hetta er sera positivt, og vísir at júst arbeiði sum hendan samgongan hevur gjørt á búskaparliga økinum er gott fyri føroyska búskapin. Lat okkum hugsa frameftir, lat okkum taka framtíðina í álvara, og lat okkum halda fram við hesari jaligu gongd.

Brandur Arnoarson

Valevni fyri Tjóðveldi